Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

OSS/FAQ

Ofta spurdir spurningar (OSS/FAQ)

  1. Hvat er Ambassador of the Visit Faroe Islands?

Ambassador of the Faroe Islands er heitið fyri tey, sum hava lovað at arbeiða fyri at fáa eina altjóða ráðstevnu ella fund til Føroya. Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, her teir búgva og arbeiða.

  1. Kann eg gerast Ambassadør?

Ja, um tú ert virkin í einum altjóða felagi ella nevnd, og hevur møguleika fyri at ávirka, at ráðstevnan ella fundurin verður hildin í Føroyum.

  1. Kann nakar hjálpa mær við øllum tí praktiska?

Greengate Incoming og Make Travel eru von við at standa fyri størri ráðstevnum og hava nógvar royndir við at taka sær av flutningi, gisting, busstúrum, útferðum, skelting, ráðstevnusamskipan, osfr. Tey taka eitt gjald fyri hetta, og ert tú vælkomin at biðja um tilboð frá báðum.

Eisini er North Atlantic Xperience von við stórar bólkar serliga tá tað snýr seg um teambuilding og incentive túrar.

  1. Hvussu nógv hotelkømur hava vit í Havnini?

Í Havnini hava vit um 275 hotelkømur, og  um 500 seingjarpláss. Tá tosa vit um 4, 3 og 2 stjørnaði hotelkømur.

  1. Hvussu nógv pláss eru umborð á Atlantic Airways flogførunum?

Umborð á Atlantic Airways eru 144 setur. Er ráðstevnan stór, so er møguligt at seta eyka flogfør inn ella at deila fólkini yvir fleiri fráferðir, um hetta ber til.

  1. Hvussu sleppi eg bátatúr, um eg havi ein fund við 200 fólkum?

Við 200 fólkum ber bæði til at fara túr við gomlum sluppum so sum Norðlýsinum og líknandi og skjóttgangandi bátum sum teimum í Vestmanna. Kapasitetur er í báðum førum til fleiri enn 200 fólk og allur túrurin kann gerast samstundis.

 

Annað