Use the icon on pages to add to favorites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Vit kunnu bjóða

Toymið í Visit Faroe Islands stendur klárt til at hjálpa tær við óheftari ráðgeving innan øll øki, sum hava týdning fyri tín fund. Um tað snýr seg um eina størri ráðstevnu, eru vit eisini klár at hjálpa til við biddinum uppá ráðstevnuna, gjøgnum samráðingarnar um ráðstevnuna og til ein góðan vertsskap.

Til at stuðla undir hesum hevur Visit Faroe Islands óhefta ráðgeving um fylgjandi:

  • Marknaðarføringstilfar og kunning um Føroyar sum fundarland
  • Tænastukatalog, sum vísir neyvar møguleikar fyri fundum í Føroyum
  • Bidskriving, fyrireiking og framløga
  • Bjóða umboðum fyri ráðstevnuna á vitjan
  • Leitan eftir fundarstaði og vísa á møguleikar, sum hóska til ráðstevnuna
  • Geva tær vitan um DMC feløg, ráðstevnufyrireikarar og onnur fundarvinnufólk í Føroyum.
  • Hvar gestirnir kunnu búgva
  • Ráðgeving um túrar og sosiala skrá
  • Viðkomandi kunning til luttakarar við korti yvir Føroyar og Havnina
  • Bjóða vælkomin í Vága Floghavn við badge, skrá og kunningartilfari, tá ráðstevnan er størri enn 50 luttakandi
  • Infocorner á staðnum, tá ráðstevnan er størri enn 50 luttakandi

 

Allar tænastur frá Visit Faroe Islands eru ókeypis.

Annað