Avtalur um marknaðarføring uttanlands

Umframt at taka lut á messum og workshops, hevur Visit Faroe Islands gjørt avtalu um marknaðarføring á nøkrum av okkara fokusmarknaðum.

Ongland

Visit Faroe Islands hevur avtalu við fyritøkuna Travel PR í London. Avtalan inniber, at Travel PR sendir tíðindaskriv út um Føroyar, umframt at tey sparra við miðlar um umrøðu av Føroyum í Onglandi annars. Travel PR skal eisini í samráð við Visit Faroe Islands skipa fyri fjølmiðlatúrum úr Onglandi.

Visit Faroe Islands er eisini limur í enska felagskapinum AITO, Association of Independent Tour Operators. Umframt túroperatørar, eru nøkur ferðaráð limir í AITO, t.d. VisitDenmark og VisitNorway. AITO skipar fyri einum árligum Meet the Press tiltaki, har túroperatørar og ferðaráð hava høvi at hitta umboð fyri enskar miðlar. Umleið 80-100 umboð fyri miðlar taka vanliga lut. Endamálið hjá Visit Faroe Islands er at skapa sambond við miðlar við tí í hyggju at skapa áhuga fyri fjølmiðlatúrum til Føroyar.

Italia

Vit hava í nøkur ár havt fasta samstarvsavtalu við VisitDenmark í Italia. Avtalan fevnir um fjølmiðlatúrar fyri italiensk tíðindafólk, harumframt taka vit lut á workshop fyri túroperatørar í Italia.

Týskland

Vit hava avtalu við VisitDenmark um, at deila út faldarar fyri Visit Faroe Islands í Týsklandi. Harumframt hava vit gjørt avtalu við Ehrenberg Kommunikation um miðla- og PR samstarv.

Nata samstarv

Nevndin í Nata hevur sett ein marknaðarførings arbeiðsbólk at koma við uppskotum til felags marknaðarføringsátøk í 2017. Nærri kunning um átøkini sæst her.