Hagtøl og kanningar 2015

Gistingarhagtøl frá Hagstovu Føroya

Gistingarhagtølini frá Hagstovu Føroya vísa til deils á hvar ferðafólkini koma frá, hvussu tey búgva tá tey eru í Føroyum og hvar tey búgva. Eisini sæst yvirlit yvir tann samlaða kapasitetin.

Gev gætur at Hagstovan viðhvørt ger javning av í tølunum í samband við endaligar upprokningar og tí kemur tað fyri, at tølini kunnu broytast nakað frá ári til ár.

BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV ÚTLENDSKU FERÐAFÓLKUNUM

Hagstovan hevur eftir umbøn frá Visit Faroe Islands kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið.

Ferðafólkakanning 2014-2015

Gallup hevur í 2014 og 2015 gjørt eina ferðafólkakanning fyri Visit Faroe Islands, ið samstundis eisini er ein segmenteringskanning.

Hetta er ein kvalitativ kanning, hvørs endamál er at finna út av serligum eyðkennum hjá ferðafólki, sum koma til Føroya – atburð, ynski og hugburð teirra í mun til at ferðast.

Black & White Paper – hetta halda ferðafólkini

“Black and White Paper”-skjalið er grundað á frágreiðingarnar frá ferðafólkunum í sambandi við samrøður, sum Gallup Føroyar hevur staðið fyri á summri 2014 og 2015.
Úttalilsini eru meiningar hjá ferðafólkunum um, hvat er gott í Føroyum og hvat riggar væl. Tey siga eisini frá, hvat tey halda, at Føroyar sum ferðamannaland kann gera betri fyri at verða meira professionel í mun til tænastur og útboð í framtíðini.

Búskaparískoyti frá sólarmyrkingini

Hagstova Føroya hevur gjørt eina útrokning av tí búskaparliga virðinum í samband við sólarmyrkingina. Henda frágreiðing inniheldur tað, ið lagt varð eftir í Føroyum. Harafturat kemur eitt virði á 70-80 mió. kr. til altjóða cruise-skipini, ið ikki er viðroknað her.

Hagtøl fyri ferðafólkaskip (cruise)

TAKS samlar tøl fyri tey ferðafólk ið vitja við ferðafólkaskipunum. Tølini eru deild upp eftir tjóðskapi.

Gistingarhagtøl 2015

Gistingarhagtøl fyri 3. ársfjórðing 2015

Les

Gistingar eftir landi 2013-2015

Samlaði gistingarhagtøl fyri 2015

BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN

Ferðafólkakanning 2014-15

Kanning: BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV ÚTLENDSKU FERÐAFÓLKUNUM

Ferðafólkakanningin

Les

Ferðafólkakanningin

Annað

Black & White Paper

Sólarmyrking: Kanning um búskaparískoyti frá ferðavinnuni

Hagtøl fyri ferðafólkaskip (cruise) 2015

Ferðavinnan stóra framgongd - sí ein úrslitsfilm