Krónu fyri krónu játtan

Síðstu nógvu árini hevur verið serlig játtan á løgtingsins fíggjarlóg til krónu til krónu marknaðarføring. Í 2017 er hendan játtanin 375.000,- kr.

Játtanin verður latin ferðavinnuni at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál eftir “krónu fyri krónu” leistinum. Lýsing eftir krónu fyri krónu umsóknum er vanliga í miðlunum í januar, tá fíggjarlógin fyri árið er kend. Endamálið við játtanini er at samstarva um nýskapandi marknaðarføring av Føroyum sum ferðamáli.

Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 25.000,- krónur, og mesti stuðul er 250.000,- krónur. Dentur verður lagdur á, at verkætlanirnar ikki eru partur av vanligu marknaðarrøktini.

Verkætlanir hava fyrimun:

  • ið eru nýskapandi
  • ið eru eitt nýtt framtak
  • ið eru á okkara fokusmarknaðunum, sum lýstir í ætlanini fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkalandi
  • har fleiri partar taka lut

 

Freistin at søkja er 1. februar 2017. 

Almennar reglur fyri stuðulsveiting og umsóknarblaðið kunnu takast niður.

Reglur

Almennar reglur fyri stuðulsveiting kunnu takast niður

Umsóknarblað

Umsóknarblað kann takast niður her

Application form