NATA

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna og økja samstarv innan ferðavinnu í hesum trimum londunum, har tey hava felags áhugamál. Eisini er endamálið at økja kunnleikan og skapa sambond millum ungdóm í hesum trimum londunum.

Ferðavinnumessan Vestnorden Travel Mart er týdningarmiklasta einstaka tiltakið hjá NATA. Harumframt veitir NATA stuðul til marknaðarførings- og menningarverkætlanir í limalondunum. Sí bredda um stuðul til vinstru á síðuni.

NATA samstarvið er skipað við nevndum í teimum trimum limalondunum. Formansskapurin gongur uppá skift millum tey trý londini, sum hava formanssessin 2 ár í senn.

Í nevndini í NATA sita:

Føroyar
Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands (forkvinna í 2015 og 2016)
Árni Olsen, Atlantic Airways

Grønland
Anders Stenbakken, Greenland.com (formaður í 2017 og 2018)
Anika Krogh, Air Greenland

Ísland
Inga Hlín Plásdóttir, Promote Iceland
Ólöf Ýrr Atladóttir, Ferðamálastovan

Sekretariatið hjá NATA, sum hevur til endamál at menna NATA samstarvið víðari, heldur til í Vinnuhúsinum. Birita Johansen er skrivari hjá NATA.

Samband við NATA fæst við at venda sær til:
NATA
c/o Vinnuhúsið
Óðinshædd 7
Postsmoga 1038
Telefon: +298 30 99 00
Fartelefon: +298 73 99 11
Teldupost til skrivaran: birita@industry.fo

NATA Avtalan