Stuðul

Partur av NATA samstarvinum fevnir um eina stuðulsjáttan. Stuðul verður latin tvær ferðir um árið, vanliga í byrjanini av árinum og um heystið. Lýst verður í bløðum og á heimasíðum. Stuðulin er býttur upp í tvey øki:

Stuðul til ferðavinnuverkætlanir

Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:

  • Marknaðarføring
  • Nýskapan og vørumenning
  • Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
  • Góðsku- og umhvørvismenning innan ferðavinnu

Stuðul til kunningar- og námsferðir

Hesi kunnu søkja um stuðul til kunningar- og námsferðir til Íslands og Grønlands:

  • Skúlaflokkar
  • Ítróttarfeløg
  • Tónleikabólkar
  • Onnur mentanarsamstørv

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu verða á enskum ella donskum. Sí tíðindi um NATA stuðul, har umsóknarblað og treytir annars finnast, her.