Strategi

1. januar 2013 setti Visit Faroe Islands eina strategi út í kortið, við endamálinum at skapa vøkstur í føroysku ferðavinnuna.

Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í einum felags brandi, sum styrkir munandi um kunnleikan um Føroyar, fyri á tann hátt at kveikja størri áhuga og skapa skjótari og størri vøkstur á ferðavinnuøkinum, enn áður. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við vinnuna.

Visit Faroe Islands fekk um sama mundið ein nógv størri politiskan stuðul enn áður, við eini næstan tvífaldari játtan frá 8,5 mió. kr í 2012 til núverandi játtan á 15,9 mió. kr. í 2016. Hetta gav heilt nýggjar møguleikar til effektiva marknaðarføring av Føroyum sum ferðamáli.

Arbeitt verður við at selja Føroyar alt árið, bæði innan frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu.

Visiónin er, at ferðavinnan skal halda fram at vera ein týðandi vinna fyri landsbúskapin og skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

Missiónin hjá Visit Faroe Islands er at arbeiða við trimum s‘um: savna, samskipa og selja Føroyar sum ferðamál.

Yvirskipaða málið hjá Visit Faroe Islands er at økja um umsetningin í føroysku ferðavinnuni, úr uml. 400 mió. kr. í 2011 til 1 milliard í 2020. Talið av gistingum skal sama tíðarskeið vaksa úr 90.000 til 200.000, og talið av arbeiðsplássum í ferðavinnuni skal økjast við 450 (einki absolutt tal fyriliggur í dag).

Nærri kunning um strategiina, ið verður lýst í virkisætlanini hjá Visit Faroe Islands, fæst við at venda sær til Visit Faroe Islands.