Ferðafólkakanning 2014-2015

Visit Faroe Islands heitti á várið 2014 á Gallup Føroyar at standa fyri fyrstu ferðafólka segmenteringskanningini av hesum slagi í Føroyum. Í 2015 hevur Gallup Føroyar gjørt enn eina segmenteringskanning. Úrslitini frá hesum báðum kanningum eru tilsamans grundarlagið undir hesari frágreiðingini.

Hetta er ein kvalitativ kanning, hvørs endamál er at finna út av serlig eyðkenni hjá ferðafólki, sum koma til Føroya – atburð, ynski og hugburð teirra í mun til at ferðast. Hendan vitan er týdningarmikil fyri at áseta marknaðarsegmentini. Hesi marknaðarsegmentini kunnu vera við til at stuðla undir framtíðar marknaðarføring og lýsingarátøkum og gevur møguleikan at eftirmeta viðurskifti millum væntanir hjá ferðafólki og so tað, sum ferðafólk uppliva í Føroyum.

Les alla frágreiðingina her.