Hetta halda útlendsk ferðafólk um Føroyar

“Black and White Paper”-skjalið er grundað á frágreiðingarnar frá ferðafólkunum í sambandi við samrøður, sum Gallup Føroyar hevur staðið fyri á summri 2014 og 2015.

Úttalilsini eru meiningar hjá ferðafólkunum um, hvat er gott í Føroyum og hvat riggar væl.

Tey siga eisini frá, hvat tey halda, at Føroyar sum ferðamannaland kann gera betri fyri at verða meira professionel í mun til tænastur og útboð í framtíðini.

Ferðavinnan í Føroyum hevur vind í seglunum og hevur longu gjørt nógvar betringar. Tað er okkara vón, at tit, sum starvast innan ferðavinnuna og á øðrum týðandi økjum so sum samferðslu taka væl ímóti hesum afturmeldingunum frá ferðafólkunum, og gera tær betringar, sum eru møguligar.

Trýst her fyri at lesa skjalið.