NATA lýsir eftir umsóknum

Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Tað ber til at søkja í bólkunum innan ferðavinnumenning og marknaðarførslu, og um ferðastuðul.

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

Umsóknarfreistin er mikudagin, 22. februar 2017.

NATA hevur eina heimasíðu, bæði á donskum og enskum, ið hevur tvey oyðubløð, sum skulu nýtast at søkja um stuðul frá NATA. Á donskum eita oyðubløðini “turismeudvikling og markedsføring” og “rejestøtte”.

Nærri upplýsingar um NATA og stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo.

Umsøkjarar fáa svar 4. apríl 2017. Tað kann ikki søkjast stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 4. apríl 2017.

Les meira