Sólarmyrkingin – ávirkanin á ferðavinnuna

Her kanst tú lesa um talið av ferðafólkum, umsetningin, og PR- og fjølmiðlavirði av sólarmyrkingini.

Ferðafólk

Umleið 11.400 ferðafólk komu til Føroyar í samband við sólarmyrkingina. Harav búðu umleið 2.000 fólk hjá vinum og kenningum, og 9.400 fólk búðu á gistingarhúsum ella umborð á cruiseskipum.

Býtið millum tey, sum rindaðu fyri gisting:

Privat gisting: 800
Smyril Line / DFDS: 1.500
Cruiseskip: 6.000
Komu/fóru sama dag: 300
Hotell/gistingarhús: 800

Umsetningur:

Ferðafólkini, ið vitjaðu í Føroyum í mars 2015 fyri at uppliva sólarmyrkingina, keyptu vørur og tænastur fyri 111 milliónir krónur. Hetta er 121% meir enn í mars 2014. Eyka umsetningurin hjá ferðavinnuni og atknýttum vinnum var áleið 61 mió. kr.

Um mars mánaðin í 2015 verður samanborin við mars mánaðin í 2014, sæst, at tað er serliga innan bólkin “Flutningur innanoyggja og bilaleiga”, at vøksturin er størstur. Eisini er stórur vøkstur innan bólkin “Onnur tænasta”, sum umfatar umboð, ið veita tænastur til aktørar í ferðavinnuni – til dømis umboð hjá Cruise reiðaríum, Vága Floghavn, Tórshavnar Havn, osfr. Stór framgongd var eisini innan bólkin “Upplivingar”, har umsetningurin frá útlendingum vaks umleið 270% í mars 2015, samanborið við mars 2014.

 

Umsetningur frá útlendingum

Mars

2015 N

Mars

2014 N

Broyting í %

Flutningur millum ond og ferðaskrivstovur

44.677.101

29.064.501

53,7

Gistingar

17.822.866

11.453.033

55,6

Matstovur og drykkjuvørur

2.908.400

971.520

199,4

Flutningur innanoyggja og bilaleiga

15.751.328

448.800

3.409,7

Upplivingar

2.334.012

632.864

268,8

Annað keyp

25.513.482

7.408.756

244,4

Onnur tænasta

1.691.181

55.080

2.970,4

Umsetningur frá útlendingum í alt:

110.698.369

50.034.554

121,2

 

Umsetningurin hjá útlendskum veitarum, her serliga teimum útlendsku cruiseskipunum, lá millum umleið 70 og 80 mió. kr.

PR- og Fjølmiðlavirði

Fleiri av heimsins størstu miðlum, so sum Associated Press, Reuters, BBC, ITV, eins og norðurlendskir miðlar sum DR, TV2 og SVT, vóru í Føroyum í samband við sólarmyrkingina. Tilsamans vóru 62 miðlar á vitjan.

PR virði av fjølmiðlaumrøðuni varð mett at vera 150 mió. kr.