Visit Faroe Islands søkir eftir starvsfólkum

Visit Faroe Islands arbeiðir eftir eini strategi fyri Føroyar sum ferðafólkaland, sum skal tvífalda ferðavinnuna fram til 2020.

SKRIVSTOVUFÓLK

Søkt verður eftir skrivstovufólki at arbeiða fulla tíð.

Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar vanligar skrivstovuuppgávur, har tú kemur at taka ímóti fyrispurningum á telefon, telduposti og teimum sosialu miðlunum, senda tilfar út og annars fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni. Har- ímillum m.a. hjálpa til við fjølmiðlavitjanum, heimasíðu, frágreiðingum og rætt- lestri, eins og hjálpa til við pørtum av bókhaldsarbeiðinum.

Vit leita eftir tær sum:

· Hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum
· Viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini
· Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert
· Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí.

BÓKHALDARI

Søkt verður eftir einum bókhaldara at arbeiða hálva tíð.

Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar bókhaldsuppgávur í felagnum.

Vit leita eftir tær sum:
· Hevur drúgvar royndir við bókhaldi og Navision skipanini
· Hevur viðkomandi útbúgving
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert
· Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí.

Av tí at tit dagliga koma at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tit eru jalig og hava lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

Vit kunnu bjóða tykkum:

· Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir
· Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
· Tit verða partur av einum toymi við 6 starvsfólkum, sum saman við vinnuni, myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkalandi.

Løn og setanartreytir
Skrivstovustarvið er fulla tíð og bókhaldsstarvið er hálva tíð.
Tit verða lønt eftir avvarðandi sáttmálum.

Umsókn

Umsóknir til størvini við týðandi avritum skulu sendast til
[email protected], ella til:

Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard,
Gongin 9, Postsmoga 118, 110 TórshavN

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 24. august 2017.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Størvini verða sett skjótast til ber. Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um størvini við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til [email protected]

Onnur tíðindi