Tilfar

Visit Faroe Islands hevur ymiskt tilfar, sum fyritøkur og fólk kunnu nýta í teirra marknaðarføringsarbeiði.

Myndir og Filmar

Niðanfyri eru myndir og filmar, ið ferðavinnan í Føroyum kann brúka í sínum arbeiða at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Loyvið at nýta myndirnar verður givið treytað av, at treytirnar fyri nýtslu av myndum verða fylgdar:

  • Myndirnar í hesum myndasavninum hjá Visit Faroe Islands kunnu brúkast av ferðavinnufyritøkum í Føroyum uttan kostnað. Myndirnar kunnu bert nýtast í marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.
  • Eftir at myndirnar eru tiknar niður, kunnu tær bert nýtast til tilskilaða endamálið.
  • Myndirnar kunnu ikki latast til triðja part.
  • Myndirnar kunnu ikki nýtast í beinleiðis handilsligari nýtslu. Hetta merkir, at myndirnar ikki kunnu nýtast í marknaðarføring av ítøkiligum produktum, ið skulu seljast. Sum eitt dømi kann nevnast gerð av postkortum.
  • Navnið av myndafólkinum skal framganga, tá myndir verða nýttar. Myndirnar kunnu broytast við “cropping”, men myndirnar skulu ikki manipulerast ella broytast annars.

Um so er at omanfyri nevndu treytir ikki eru hildnar, so átekur Visit Faroe Islands sær rættindi til frítt at kunna taka inn aftur brúksrættin til myndir úr savninum og/ella at útihýsa brúkaran frá at nýta okkara myndasavn.

Myndir og filmar kunnu takast niður við at trýsta á tær ymisku leinkjurnar niðanfyri. Fyri at fáa atgongd til tilfarið, er neyðugt at hava eitt loyniorð. Hetta fært tú við at senda ein teldupost til [email protected] har tað verður greitt frá, at tygum tørvar eitt loyniorð til myndasavnið.

Faldarar og amboðskassin

Í 2014 kom ein fuglafaldari á donskum og enskum og í 2015 kom ein gongufaldari á enskum og donskum (hesin faldarin kemur á týskum í 2017) við uppskotum til gongutúrar kring alt Føroyar. Harumframt býta vit út tourist guide á donskum, enskum og týskum, sum Sansir letur gera á hvørjum ári. Touristguide’in kemur út til VNTM í september. Kort, sum Sansir eisini ger, verða eisini býtt út av Visit Faroe Islands og koma hesi út um ársskiftið. Fleiri av faldarunum, sum áður eru gjørdir, eru ikki longur tøkir í pappírsútgávu. Nakrir av hesum faldarum kunnu tó takast niður sum pdf frá heimasíðuni.

Fyrispurningar um pappírsútgávur av faldarum kunnu sendast til [email protected] ella við at seta seg í samand við okkum á telefon +298 666555. Gott er at fáa boð um stórar mongdir til t.d. messur og líknandi í góðari tíð.

Eisini ber til at nýta amboðskassan, ið er kassin við øllum hentum amboðum til tína framløgu um Føroyar. Myndir, filmar og kunning. Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis at tær røkka ymiskum tørvum – alt frá heilt stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri. Fyritøkur og skúlaflokkar eru eisini vælkomin at biðja um tilfar.

Myndasavn

Fyri at fáa atgongd til myndasavnið, er neyðugt at hava eitt loyniorð. Hetta fært tú við at senda ein teldupost til [email protected], har tú greiður frá, at tær tørvar eitt loyniorð.

Dømi um myndir, ið kunnu takast niður

Filmar og "branding" myndir

Summarfilmurin

Vetrarfilmurin

"Branding" myndir

SheepView 360

Goolge til Føroyar filmurin

360 filmurin

Streetview bilurin

Google Trekker og SheepView seyður

Google Trekker

Seyður á taki

Seyður við 360 myndatóli

Seyður á vegi

Durita við seyði

Durita við seyðum

Durita við 360 seyði

360 mynd

Google Cardboard brillur

360 myndatól á seyði

Sólarmyrking í 2015

Total Solar Eclipse filmur

Solar Eclipse 1

Solar Eclipse 2

Solar Eclipse 3

Solar Eclipse 4

Solar Eclipse 5

Solar Eclipse 6

Solar Eclipse 7