Skeltisverkætlan

Í 2013 byrjaði ein skeltaverkætlan, sum ber heitið Skelta Føroyar. Hetta var eitt samstarv millum Visit Faroe Islands, ALS, Kunningarstovur, kommunur og Landsverk.

Verkætlanin byrjaði sum eitt pilotprojekt í Runavíkar Kommunu, har bygdaskelti og bygdagøtuskelti verða sett upp. Verkætlanin tekur støði í tí arbeiði, sum Visit Faroe Islands og Landsverk settu í gongd í ár 2000, har skeltistørvurin í Føroyum varð lýstur, og ein sniðhandbók fyri skelting í Føroyum varð gjørd.

Í pilotprojektinum í Runavíkar Kommunu fóru arbeiðstøk fólk í ALS skipanini undir at ganga gamlar bygdagøtur, tosa við heimildarfólk, lesa søgubøkur og skriva søgur, sagnir og faktuellar upplýsingar upp. Hesir upplýsingar vóru síðani umsettir til enskt og skrivaðir á skelti. Eisini høvdu tey til uppgávu at fáa neyðugu loyvi til vega og finna røttu gps koordinatarnar til plaseringina av skeltunum. Pilotverkætlanin eydnaðist væl, og tilfar til um 30 skelti eru framleidd. Verkætlanin er liðug, men alt tilfar er tøkt og til ber at nýta hetta sum fyrimynd fyri framtíðarskelting.

Kommunur og Kunningarstovur kunnu venda sær til Visit Faroe Islands fyri at frætta meira um at Skelta Føroyar.

Sniðhondbók fyri skelti

Sniðhondbók fyri skelti & konstruktiónir

Merking av bygdagøtum

Vegleiðing

Um skelting í samband við nátt- og tvátthús, dvalavíkar og tjalding