UPPLÝSINGAR UM TILTAKIÐ
Arbeiðsdagarnir eru 21. og 22. apríl 2023. Meldar tú teg til verkætlanir á
útoyggj, ella har ein einans sleppur til við báti, verður farið frá
meginøkinum hósdagin 20. apríl.
GISTING OG MATUR
Tú verður boðin at gista á arbeiðsstaðnum og vit mæla til at taka av hesum
møguleika. Gistingin er við í kostnaðinum. Verkætlanarleiðarin, á tí
verkætlanini tú kemur á, vendir sær til tín hesum viðvíkjandi. Umframt
máltíðir, ert tú boðin í endaveitslu í Tórshavn leygarkvøldið 22. apríl.
ALDURSMARK
Tað er neyðugt at verða fyltur 18 ár áðrenn 21. apríl 2023 fyri at
luttaka.
VERKÆTLANIR
Tá ið tú meldar teg til, fært tú høvið at ynskja tær eina verkætlan. Vit
gera alt vit eru ment at koma ynski tínum í møtið, men tað kann henda seg
at tað ikki ber til, og tú fært pláss á eini aðrari verkætlan. Vel gjarna
eina fyrstu og eina aðru raðfesting.
LUTTØKUGJALD OG TILMELDINGARFREIST
Tilmeldingin er persónlig og bindandi.
Av skattligum orsøkum verður
eitt luttøkugjald á kr. 200,- tikið.
Teir fyrstu føroyingarnir, sum
tekna seg og rinda kr. 200,-, verða partur av arbeiðstoyminum.
VINIR
MATUR
FØRLEIKAR