23 Mar
Suðuroy
Free
Others

AVLÝST! Fyrilestur: Smakkurin av øli

x

Týskvøldið 20. apríl kl. 18 verður áhugaverdur fyrilestur frá Aarhus Universitet í Miðlatúni.

Um fyrilesturin:
Professionellir bryggimeistarar siga frá um týdningin av geri í mun til angan í ølinum, um hvussu maltið ávirkar litin og smakkin, og hvussu smakkurin verður varðveittur, og um leiklutin hjá humlu í smakki og anga. Til fyrilesturin fært tú bjóða lítlar smakkiroyndir av seks ymiskum øl-sløgum.
Menniskjan hevur kunna bryggja øl í næstan 10.000 ár, tí at bryggi processin gjarna er so einkul og nátúrlig process sum sameinir malting við gering.
Sjálvt um processin sær út til at verða sera einføld, so er smakkurin av øli alíkavæl úrslit av einari sera kompleksari interaktión ímillum tær útvaldu rávørurnar. – serliga tey ymisku malt- og humlu sløgini – eins og valið av ger og mátin at bryggja uppá. Tað er eymerkt yvir 700 ymisk aromasløg í øl, og tað koma alsamt fleiri nýggj til listan.
Í hesum fyrilestrinum kanst tú hoyra um týdningin av geri fyri aroma og hvat ávirkan malt hevur á litin av øli, smakk og hvussu smakkurin heldur sær. Tú fer eisini innlit í hvørja ávirkan humle hevur sum smakk og tilførir aroma. Fyrilestrahaldarnir fara eisini at kjakast um týdningin av bryggiprocessini og um hvussu man ger alkoholfrítt øl.
Til fyrilesturion fert tú bjóðað smakkiroyndir uppá malt, humlu og seks ymisk øl sløg. Tú smakkar tey ein og ein so hvørt sum tey verða nevnd í fyrilestrinum.

Address


900 Vágur
Suðuroy

Contact

Website

Date

23 Mar

Price

Free