20 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Music

Swangað concert

x

Tann 20.november í ár verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um størstu og mest framsøknu rapp-konsertina, sum hevur verið í Føroyum. Portrini latast upp til eitt kvøld fult við nostalgi, har Swangah framføra øll løgini av fyrstu útgávuni “Belials Synir”.

2018 vóru Swangah virðisløntir á FMA, har teir fingu viðurkenning fyri mongu árini av tónleikaligum útláti, íkasti og sermerki til tað, ið einskilda er kent sum føroyskt hiphop.

Swangah er vorðin ein grundsteinur í føroyskum hiphop og rapp, og við 10 ár á baki síðani fyrstu útgávuna skal hetta hátíðarhaldast saman við Føroya fólki!

BELIALS SYNIR 10 ÁR
“Belials Synir” kom á føroyska marknaðin í 2011, eftir at Swangah setti hol á fyrstu rap-verkætlanina av sínum slag í føroyskari søgu. Greitt var beinanvegin, at einki líknandi nakrantíð var sæð ella hoyrt í Føroyum og eftir bert fáar vikur, hevði Swangah sett síni spor í føroyska landslagið. Størsti partur av føroyingum dugdu tekstirnar, og eisini var Swangah ovast á plakatunum, tá konsertir og festivalar kring landið kunngjørdu tónleikanøvn. Veruliga gjøgnumbrotið kom á G! Festivalinum í 2011, tá bólkurin fekk stóru fjøldina í Gøtu at kóka. Eftir konsertina skýrdi ummælari hjá Sosialinum konsertina at vera millum tær bestu á G!

Afturat Swangah fara Marius DC, RSP og Ghostnotes at framføra. Atgongumerkini fara til sølu kl.12 í dag á atgongumerki.fo.

Address

niels finsens gøta 34
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

20 Nov

Price

Free