FERÐAVINNUSTUÐUL TIL ALMENNAR VERKÆTLANIR

Kommunur og kunningarstovur hava møguleika at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar menningarverkætlanir, ið kunnu hækka støðið í ferðavinnuni og skipa ferðavinnuna kring landið betur.

Dømi um slíkar almennar menningarverkætlanir eru eitt nú gøtubygging, útsýnisstøð og skelting. 

UMSÓKNARTREYTIR

Verkætlanin skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri borgarar og ferðavinnuna á staðnum.

Stuðul verður latin við støði í krónu-fyri-krónu meginregluni. Hetta merkir, at kommunan (ella kunningarstovan) skal fíggja í minsta lagi helmingin av verkætlanarkostnaðinum.

HVØR FÆR STUÐUL? 

Tá avgerð um stuðul verður tikin, verða atlit tikin til:

  • at verkætlanin hevur eitt greitt ferðavinnuendamál
  • at talan er um eina burðardygga verkætlan, ið skipar ferðavinnuna á staðnum betur
  • at verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv, t.d. í mun til val av tilfari og staðseting
  • at stuðulin fellur til tey øki, har tørvurin er størstur at seta inn

FYRIMUNIR

Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um tvørkommunala verkætlan.

INNIHALD Í UMSÓKN

Umsóknin skal innihalda:

  • eina neyva lýsing av verkætlanini
  • eina greiða tíðarætlan
  • eina nágreiniliga fíggjarætlan

Um umsóknin ikki inniheldur neyðug skjøl ella á annan hátt er ófullfíggjað, verður hon ikki viðgjørd.

SPURNINGAR

Um tú hevur nakrar spurningar um umsóknina, kanst tú altíð seta teg í samband við menningardeildina hjá Visit Faroe Islands. 

UMSÓKNARFREIST

Umsóknarfreist verður kunngjørd um várið og á heysti.
Umsóknir skulu sendast til info@visitfaroeislands.com.