HANDBÓK UM GØTUBYGGING

Seinnu árini eru alsamt fleiri farin at ganga í fjøllunum, bæði eftir gomlum bygdagøtum og eisini á nýggjum leiðum, ið millum annað ferðavinnan hevur varpað ljós á.

Tað er gleðiligt, at fleiri njóta okkara vøkru náttúru. Tó hevur økta gongdin hevur havt við sær, at ávís støð eru slitin av nógvu fetunum. Summastaðni er avleiðingin, at gongdin er vorðin hættisligari, og aðrastaðni, at lendið verður skemt við runutum lendi og nýggjum rásum. Tá er neyðugt at væla um og í summum førum at gera eina betri hagagøtu at ganga á.

At gera gøtur er týðandi amboð, tá ferðslan í náttúruni skal skipast. Tað er neyðugt at ferðandi, føroyingar eins væl og útlendingar, vita, hvar rætta leiðin liggur. Við góðum gøtum verða fólk leidd tann vegin, tey eiga at fara, og øki, ið helst skulu hava frið, verða vard. Tí hevur Visit Faroe Islands, í samstarvi við onnur, framleitt eina handbók um gøtubygging.

Endamálið við handbókini er at geva fólki og myndugleikum, sum hava áhuga fyri at gera og halda fjallagøtur, nøkur amboð til at skipa arbeiðið eftir, og at vísa arbeiðslag, sum kann gera sterkar gøtur, sum halda, og sum í tilfari og útsjónd samljóða við lendið. Ein felags gøtuloysn kann byrgja fyri tí ávirkan, ið nógv gongd hevur á landslagið og tryggja, at neyðugt fyrilit verður havt fyri náttúruni, har gøtur verða lagdar.

Aðalreglurnar taka støði í gomlum føroyskum siði, og royndir og arbeiðsgongdir, sum verða brúktar í grannalondum okkara, eru nýttar.

Handbókin er vegleiðandi og ætlað sum íblástur til tað arbeiðið, ið fer at verða gjørt.

Menningardeildin á Visit Faroe Islands hevur tikið stig til og samskipað arbeiðið at gera handbókina í samstarvi við áhugapartar í Føroyum.

Tey, ið hava mannað arbeiðsbólkin, eru:

  • Michael Jacobæus, landslagsarkitektur (tekstur og myndlýsingar)
  • Hans Hjalti Skaale, býargartnari
  • Magnus Gaard, plantufrøðingur
  • Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni
  • Rakul Árnadóttir Jakobsen, landslagsarkitektur
  • Justinus Eidesgaard, gøtubyggjari
  • Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á VFI (ritstjórn og samskipan)

 

Les handbókina á netinum og/ella taka niður eina talgilda útgávu her

Eisini ber til at venda sær til Visit Faroe Islands, um ein ynskir at fáa prentað eintak av útgávuni.

Hiking in the Faroe Islands, taken by Harriet av Gørðum / @byolafsdottir.
Handbók um gøtubygging
TAK NIÐUR