Hevur tú nakrar tankar, ítøkilig hugskot, avbjóðingar ella annað um ferðavinnuna í Føroyum, sum tú kundi hugsa tær at sagt okkum frá? Nýt okkara talgilda postkassa niðanfyri.

Í 2022 fór Visit Faroe Islands undir at orða nýggja ætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum fram ímóti 2030. Við tí málinum at hetta er ein ætlan, sum er so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum møguligt kunnu hava eina ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum. Tískil kom fram Sig tína meining postkassin.

Vit á Visit Faroe Islands eru tilvitað um okkara ábyrgd at tryggja eina góða, burðardygga ferðavinnu. Tað kemur tískil altíð at verða ein uppgáva við menning og betran, sum framhaldandi krevur samstarv, samskipan og ábyrgd av øllum pørtum; politisku skipanini, vinnuni, kommunum og einstaka føroyinginum. Vit eru øll partur av ferðavinnuni, um vit vilja tað ella ikki.

Sig tína meining her

Vit vilja áhaldandi fegin hoyra um avbjóðingar, lokalar ella landsfevnandi, ella viðurskifti, sum eiga at verða øðrvísi. Vit vilja eisini hoyra, hvørjar møguleikar tú heldur, at ferðavinnan gevur og hvørji ítøkilig hugskot tú hevur. Sig tína meining við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.