ATGONGD TIL NÁTTÚRU Í ØÐRUM LONDUM

Her sæst eitt yvirlit yvir, hvussu okkara grannalond og onnur lond kring heimin hava skipað síni viðurskifti, tá talan er um atgongd til náttúru. Í stuttum kann sigast, at einki land tekur gjald fyri at ganga í náttúru, uttan so, at talan er um tjóðargarðar.

Kanningararbeiðið er gjørt í 2019. Listin er framleiddur við fyrivarni fyri, at vit ikki hava fingið kunning frá øllum londum í heiminum.

 

NORÐURLOND/OYGGJASAMFELØG Í GRANNALONDUM


Áland - Eingi gjøld á atkomu
Bornholm - Eingi gjøld á atkomu
Danmark - Eingi gjøld á atkomu
Finnland - Eingi gjøld á atkomu
Grønland - Eingi gjøld á atkomu
Ísland - Eingi gjøld á atkomu
Noreg - Eingi gjøld á atkomu
Hetland - Eingi gjøld á atkomu
Svøríki - Eingi gjøld á atkomu

EVROPA


Frakland - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Italia - Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar
Írland - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Ongland - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Póland - Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar
Skotland - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Slovakia - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Spania - Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar
Sveis - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Týskland - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Wales - Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum

 

ONNUR LOND

Kanada - Gjøld fyri atkomu til tjóðargarðar
Galapagos - Einans atkomuligt við góðkendum ferðaleiðara í fleiri førum (95% tjóðargarð)
Palau - Gjøld fyri atkomu til merkisstøð/oyggj
USA - Gjøld fyri atkomu til tjóðargarðar