AMBASSADØRAMBOÐ
Tá tú ert úti sum Ambassador of the Faroe Islands er gott, um tú ert fyrireikað/ur uppá at leggja fram um Føroyar. Kanska hevur tú longu eina framløgu klára, men um ikki, so eru her nøkur amboð, sum tú kanst nýta:
Tænastukatalog
Tænastukatalogið gevur eitt fjølbroytt úrval av Føroyum sum fundarlandi. Til ber at downloada tað við at trýsta á pdf-ikonið á síðuni. Leinkjan til tænastukatalogið er her.
MYNDIR
Við hesi leinkju kemur tú inn í eitt myndakatalog, har tú frítt kanst taka myndir niður at brúka í framløgum ella øðrum tilfari um Føroyar. Fyri at taka myndir niður, so skalt tú hava eitt loyniorð. Ert tú ambassadør, so hevur tú atgongd til loynirorðið. Send ein teldupost til [email protected]
FILMAR
Visit Faroe Islands hevur framleitt nakrar filmar við okkara ambassadørum, sum vísa okkara serligu styrkir sum samfelag. Her eru link til filmarnar, har teir eisini kunnu takast niður.
Heilsa – Pál Weihe: https://vimeo.com/328402118
Ítróttur – Virgar Hvidbro: https://vimeo.com/352252581
Aling – Jóhanna Lava Køtlum: https://vimeo.com/371880717
Grøn orka – Terji Nielsen: https://vimeo.com/454374347
Talgilding – Nicolai Balle: https://vimeo.com/429205462
Her eru okkara brandingfilmar, sum eisini kunnu takast niður:
Summarfilmurin: https://vimeo.com/72309134
Vetrarfilmurin: https://vimeo.com/106994501
Teambuildingfilmurin: https://vimeo.com/113389360
TÆNASTUKATALOG
Tænastukatalogið gevur eitt fjølbroytt úrval av Føroyum sum fundarlandi. Eisini er tað sera snøgt sett upp og gevur eina sera innbjóðandi mynd. Tað er sett upp í flash, so hetta mást tú hava á telduni, um tú skalt brúka tað optimalt. Um ikki, so ber til at downloada tað við at trýsta á pdf-ikonið á síðuni.
