Visit Faroe Islands miðjar ímóti at skapa eitt netverk við eldhugaðum og motiverandi ambassadørum, sum marknaðarføra Føroyar sum eitt stað at halda altjóða fundir, ráðstevnur, tiltøk og incentivetúrar.

Ambassador of the Faroe Islands er heitið fyri tey, sum hava lovað at arbeiða fyri at fáa eina altjóða ráðstevnu ella fund til Føroya. Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, her teir búgva og arbeiða.

Hvat ger ein Ambassadør?

Ambassadørurin eggjar sínum virki ella felagi til at halda fundir og ráðstevnur í Føroyum, men eisini letur ambassadørurin hurðar upp fyri Visit Faroe Islands úti í heimi, so vit til dømis sleppa inn í altjóða feløg at bjóða okkum fram. Ambassadørurin deilir eisini sína vitan og royndir við aðrar Ambassdørar, og er við til at útbyggja netverkið og birtir uppundir jaliga umrøðu av øðrum profilum í netverkinum.

Ert tú ein framtíðar Ambassador of the Faroe Islands?
Ert tú limur í einum altjóða felagi ella nevnd?
Ert tú virkin í felagnum/nevndini, og hevur tú møguleika fyri at ávirka, hvar ráðstevnan ella fundurin skal vera hildin næstu ferð?
Hevur tú áhugað fyri at vera vertur?

Um ja, so kanst tú møguliga gerast ein Ambassador of the Faroe Islands. Send ein teldupost til info@visitfaroeislands.com.

ANNAÐ