TILMÆLI UM NÁTTÚRUVERND, FUGLAVERND OG FERÐAVINNU Í MYKINESI

Tað alsamt vaksandi talið av ferðafólki, sum seinnu árini hava vitjað Mykines, er vorðin ein vaksandi avbjóðing, serliga fyri gongdina gjøgnum Lamba, størsta lundalandið í Føroyum. Túsundtals ferðafólk ganga hvørt ár meiri ella minni óskipað gjøgnum Lamba í bútíðini hjá lundanum.

Gongdin er til bága fyri fugl og lendi, ið týðiliga er ávirkað av nógvu gongdini. Partarnir eru samdir um, at neyðugt er at seta tiltøk í verk sum bæði avmarkar og skipar ferðafólkagongdina í Mykinesi betur, so fuglurin verður órógvaður sum minst.

Útgangsstøðið eigur at vera, at fuglurin skal fáa frið í bútíðini. Tí eigur eingin ella minst møgulig gongd at vera gjøgnum Lamba og onnur búøki hjá fugli hesa tíðina.

Mykines er Ramsar-øki, og á Ramsar fundunum í 2018 og 2019 var breið semja um at mæla til, at avmarka gongdina gjøgnum Lamba sum mest. Kanska átti at verið skipað fyri túrum við ferðaleiðara fyri eitt sera avmarkað lið um dagin og bara, tá ið veðrið loyvir tí.

Hetta er útgangsstøðið fyri tilmælini niðanfyri, ið eru tilevnað í samstarvi millum Sørvágs Kommunu, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Visit Vágar og Tjóðsavnið.

Tilmælini eru liður í langari tilgongd at skipa viðurskiftini í Mykinesi, m.a. í samsvari við tilmælini í Ramsar-ætlanini og við atliti at ferðavinnuni. Viðfest er ein stutt gjøgnumgongd av tilgongdini higartil (fylgiskjal 1).

Sum liður í arbeiðinum at finna fram til eina burðardyggari umsiting av økinum, hava vit fingið útlendskan serfrøðing at vitja økið og, við støði í sínum eygleiðingum, at orða nøkur tilmæli um innihaldið í eini burðardyggari umsitingarætlan (fylgiskjal 2).

Tilmælini niðanfyri eru fyri ein part grundað á nevndu tilmæli og á frágreiðing frá fuglafrøðingum á Tjóðsavninum og Havstovuni, ið hava verið við í hesum arbeiðinum (sí fylgiskjali 3).

Tað eru nógv ymisk átøk, ið eru neyðug at seta í verk í Mykinesi. Tilmælini eru serliga um gongdina ígjøgnum Lamba, har ið harðast leikar á at gera eitthvørt. Tilmælini eru send Ramsar-nevndini fyri Mykines til kunningar 10. januar 2020, tey vórðu løgd fram fyri bygdarfólkið og jarðareigarar í Mykinesi 7. februar, og ein almenn framløga var løgd fram á borgarafundi í Sørvági tann 13. februar 2020.

Tilmælið kann takast niður.

TILMÆLI UM NÁTTÚRUVERND FUGLAVERND OG FERÐAVINNU Í MYKINESI

tak niður