KUNNINGARSKELTI

Kunningarskeltini eru ætlaði meira yvirskipaðari kunning um eitt nú serligt lendi, fornminni ella serliga áhugaverd støð – kunningin ið er meira støðu og ikki broytist frá ár til ár.

Vit varða tó ikki av at skelta høggmyndir, minnisvarðar og kirkjur.

Á skeltinum eru strikuteknaðar tekningar, ið geva eitt listarligt útrykk. Umframt stuttur og greiður kunnandi tekstur á Føroyskum og á enskum málið. Skeltini eru 80 x 50 cm.

Kunningarstovur og Kommunur kunnu senda tekst á í mesta lagi 250 orð á føroyskum og á enskum saman við eini mynd á alda(kurla)visitfaroeislands.com fyri at bíleggja skelti. Viðmerk “kunningarskelti + navn á stovni, ið bíleggur” í evnis teigin. Ella ringja á 556133 fyri nærri kunning um bílegging av slíkum skeltum.

Í samband við uppseting av skeltinum mæla vit vanliga frá, at skeltið verður sett á bygningin/lutin ið kunnað verður um. Útgangsstøði eigur at vera, at tað skal vera møguligt at taka eina mynd av tí sum kunnað verður um, uttan at fáa skeltið við á myndina.

Til ber at bíleggja rammur til kunningarskeltini, sí niðanfyri.

DØMI UM KUNNINGARSKELTI

Fiskastykkið í Vestmmana
SÍ DØMI
Húsini við brunn
SÍ DØMI
Kolaídnaðurin í Rangabotni
SÍ DØMI