VARÐA- OG BYGDAGØTUR
Visit Faroe Islands er farið undir at skráseta og merkja varða- og bygdagøturnar. Tað verður gjørt, so lættari verður at ganga í fjøllunum.
STEYRAR
Samstarvað verður við verkstaðin Vón, ið ger prestarnar, sum vísa gøtuna. Prestarnir eru í fýra ymiskum litum. Vit mæla til, at liturin á steyrinum samsvarar við torleikastøði á túrinum. Torleikastigi verður mett útfrá ásettum forskriftum og er skrásett í Hiking Faldara ella á okkara hiking heimasíðu.


Veljast kann ímillum hesar litir: Grønt, ljósablátt, reytt og myrkablátt/svart.
Tá ið gonguleiðin verður uppmerkt við steyrum er upplagt at mála t.d. portur, stig, stigar uppum hegn, steinar, SEV pelar v.m. í sama liti sum túrurin. Aftrat hesum hava vit eisini myndaformar til láns, um tað er hóskandi at fáa varðar málaðar í vegin (sí dømi niðanfyri). Hetta kann gerast í hvítum, ella sum nevnt omanfyri í litum ið vísa á torleikastøði. Avtala má gerast við tey ið varða av vegnum.
Um málingina: Flügger Wood Tex 04 basa. Litkotur: Antikblá (ljósablá): U572, reytt: S3560-Y90R.
Steyrarnir eru í tveimum longdum – 50 og 60 cm. – alt eftir, hvussu djúpt áskotið er (tak niður vegleiðing niðanfyri).
ÁVÍSING TIL TÚRABYRJAN
Pílarnir á ávísingarskeltinum peika á hvønn veg, ein skal ganga fyri at koma til túrin (Stødd 16×16 cm). Sí s. 20-23 í Varða- og Gongutúra Sniðhandbók ið kann takast niður niðanfyri.

Tey, ið ynskja steyrar ella ávisingar skelti til túrabyrjan kunnu venda sær til kommununa ella kunningarstovuna, ið fáa steyrar frá Visit Faroe Islands við at skriva á teldupost alda(kurla)visitfaroeislands.com ella ringja á 556133.