HEIMABLÍDNI

Ein liður í arbeiðnum at menna Føroyar sum ferðamál er at bjóða góðan føroyskan mat – eisini á útoyggj og í smábygdum. Somuleiðis er tað forkunnugt og spennandi fyri útlendsk ferðafólk at sleppa heim til føroyingar at vitja. Ofta er ført fram, at tað kann verða trupult hjá ferðafólki at finna støð, sum bjóða føroyskan mat – kanska serliga á útoyggj. Her er heimablídni ein góður møguleiki. 

Reglugerð 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt eina vegleiðing um virkan og borðreiðing av mati í privata húsarhaldinum ætlað ferðafólkum. Við hesi vegleiðingini um heimablídni liggur væl fyri at menna hetta tilboð víðari.

Vegleiðing um heimablídni loyvir fólki at borðreiða fyri ferðafólkum í privata húsarhaldinum. Heimablídni er skilmarkað sum virksemi, ið ikki skal góðkennast, og ikki er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Yvirskipað kann sigast, at maturin skal verða virkaður í privata køkinum, og etin í privata køkinum ella hølum, sum natúrliga eru knýtt at køkinum – t.d. í stovuni.

 

VEGLEIÐING UM HEIMABLÍDNI

TAK NIÐUR

HVAT ER OG HVAT ER IKKI HEIMABLÍDNI

TAK NIÐUR

Marknaðarføring

Tað er ein upplagdur møguleiki, tá ið tað snýr seg um sølu av tínum tilboði, at gerast partur av eatlocal.fo, ið er størsta sølu síða fyri heimablídni í Føroyum. Haraftrat velja fleiri at verða sjónsk á guidetofaroeislands.com. Sølu síðurnar hjálpa tær fegnar at snikka ein góðan tekst, sum greiðir fra tínum tilboði.

Summi velja eisini at gera síður á sosialum miðlum, og í høvuðsheitinum at selja heimablídni ígjøgnum kunningarstovur og ferðaskrivstovur.

Visit Faroe Islands hevur serstaka ‘Heimablídni síðu', har vit lýsa við hugtakinum.
Fyri at gerast partur av síðuni vinaliga vend tær til tína tættastu kunningarstovu ella til info(kurla)visitfaroeislands.com.

Manglar tær gott myndatilfar, at lýsa við tínum tilboði, ert tú vælkomin at venda tær til tína tættastu kunningarstovu ella Visit Faroe Islands. 

Førleikamenning

Visit Faroe Islands skipar javnan fyri førleikamennandi fyrilestrum og tiltøkum, ið knýta seg at matgerð, burðardygd og ferðavinnu førleikum yvirhøvur. Haraftrat bjóða vit javnan avsláttur til skeið, ið kundu havt áhuga hjá teimum, sum hava heimablídni ella virka innan ferðavinnu.

Haraftrat eru tað fleiri skúlar og skeiðshaldarar, ið javnan hava førleikamennandi tiltøk/skeið innan matgerð og reinføri. 

 

  1. Húsarhaldsskúli Føroya hevur árligt skeið í matvørureinføri, sum er skeið til fólk, sum ætla at veita mat í egnum heimi. Haraftrat hevur skúlin skeið innan matframleiðslu.
  2. Grøni Háskúlin á Sandi hevur leypandi skeið innan alskyns førleikar, harav flestu teirra innan matgerð.
  3. Føroya Fólkaháskúli hevur vikuskiftis skeið innan matgerð, harumframt skeið ætla vinnuliga geiranum.

Eisini eru spennandi skeið, ið snúgva seg um matgerð, at finna hjá Krákuting, Matkovin og Synergi.


 Matkovin hevur eisini spennandi uppskriftir, ið eru góðar at finna íblástur í, til at matgerða við burðardyggum, staðbundnum og stuttfluttum matvørum.

 

Heimablídni hjá Maud í Nólsoy
FRAMLØGA UM HEIMABLÍDNI
frá november 2023
Tak niður