HVÍ AMBASSADØR?

At vera ein Ambassador of the Faroe Islands og fáa tín fund til Føroya hevur fleiri fyrimunir við sær:

– Títt umdømi innan tína servitan hækkar bæði innanlanda og uttanlanda
–  Tín deild, felag ella granskingarevni fær meiri umrøðu
– Tú verður boðin við til netverkstiltøk í bestu fundarstøðum í Føroyum
– Tú fært almenna viðurkenning fyri at eiga lut í at fáa tiltøk til Føroya
– Tú fært hjálp til fyriskipanina av fundum
– Tú ert við til  jaliga ávirkan á føroyska búskapin

Harumframt hava Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eitt netverk við partnarum, sum umboða mest professionellu veitarar innan vinnuferðavinnuna. Hetta ger arbeiðið hjá tær lættari og meiri professionelt. Ambassadørdagur er einaferð um árið, har tit sum ambassadørar verða heiðraðir fyri fundirnar, sum eru fingnir til Føroya gjøgnum árið.

ANNAÐ