OSS/FAQ


Ofta spurdir spurningar (OSS/FAQ)

1. Hvat er Ambassador of the Visit Faroe Islands?

Ambassador of the Faroe Islands er heitið fyri tey, sum hava lovað at arbeiða fyri at fáa eina altjóða ráðstevnu ella fund til Føroya. Ambassadørurin er stoltur av Føroyum, her teir búgva og arbeiða.

2. Kann eg gerast Ambassadør?

Ja, um tú ert virkin í einum altjóða felagi ella nevnd, og hevur møguleika fyri at ávirka, at ráðstevnan ella fundurin verður hildin í Føroyum.

3. Kann nakar hjálpa mær við øllum tí praktiska?

Fleiri ráðstevnufyriskiparar so sum Greengate og 62N eru von við at standa fyri størri ráðstevnum og hava royndir við at taka sær av flutningi, gisting, busstúrum, útferðum, skelting, ráðstevnusamskipan, osfr. Tey taka eitt gjald fyri hetta, og ert tú vælkomin at biðja um tilboð frá báðum.

Eisini er North Atlantic Xperience von við stórar bólkar serliga tá tað snýr seg um teambuilding og incentive túrar.

4. Hvussu nógv hotelkømur hava vit í Havnini?

Í Havnini hava vit um 700 hotelkømur.

5. Hvussu nógv pláss eru umborð á Atlantic Airways flogførunum?

Umborð á Atlantic Airways Airbus320neo eru 174 setur. Er ráðstevnan stór, so er møguligt at seta eyka flogfør inn ella at deila fólkini yvir fleiri fráferðir, um hetta ber til.

6. Hvussu sleppi eg bátatúr, um eg havi ein fund við 200 fólkum?

Við 200 fólkum ber bæði til at fara túr við gomlum sluppum so sum Norðlýsinum og líknandi. Harafturat ber til at fara við skjóttgangandi bátum sum teimum í Vestmanna. Kapasitetur er í báðum førum til 200 fólk og allur túrurin kann gerast samstundis.

ANNAÐ