FRAMTÍÐAR FERÐAVINNA

Sig tína meining 

Visit Faroe Islands er farið undir at orða nýggja ætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum fram ímóti 2030. Okkara mál er, at hetta er ein ætlan, sum er so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum møguligt kunnu hava eina ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum. 

Tí heita vit á teg um at geva tína meining til kennar niðanfyri!

Ferðavinnan í Føroyum er ein nýggj vinna, og vit hava framvegis allar møguleikar at røkka málunum um eina vælskipaða og burðardygga vinnu, sum vit øll eru glað fyri. Vit á Visit Faroe Islands eru tilvitað um okkara ábyrgd at røkka hesum máli og samstundis vita vit, at hetta ikki er ein uppgáva, sum vit loysa einsamøll. Hetta er ein stór uppgáva, sum krevur samstarv, samskipan og ábyrgd av øllum pørtum; politisku skipanini, vinnuni, kommunum og einstaka føroyinginum. Vit eru øll partur av ferðavinnuni, um vit vilja tað ella ikki.

Vit vilja fegin hoyra um avbjóðingar, lokalar ella landsfevnandi, ella viðurskifti, sum eiga at verða øðrvísi. Vit vilja eisini hoyra, hvørjar møguleikar tú heldur, at ferðavinnan gevur og hvørji ítøkilig hugskot tú hevur, ið kunnu tryggja eina góða, burðardygga ferðavinnu fram móti 2030.

Trýsta á leinkjuna