Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Eero Koivistoinen Kvartet - Havnar Jazzfelag 50 ár
Konsert í Gulu Smiðju fríggjakvøldið 19. september kl. 20.00.
Finski saxofonleikarin Eero Koivistoinen vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í 1979 og var longu tá eitt kent navn í finskum jazzi.
Á tí ferðini brúkti hann av sínum evnum sum bæði saxofonspælari, tónaskald og orkesturleiðari og hevði, umframt at at spæla egnar konsertir undirvísing og leiðbeining fyri føroyskar tónleikarar.
Tá var tað ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Havnar Jazzfelag at brúka lærdóm og íblástur hjá teimum vitjandi tónleikarunum til at betra- og víðka um støðið hjá teim føroysku tónleikarunum.
Eero vitjaði aftur í Føroyum fleiri ferðir, og er síðani blivin eitt av fremstu umboðunum av finskum jazzi og hevur í øll árini, til í dag verður framfúsin at gera nýgjan tónleik, royna nýggjar leiðir og at vera eitt aktiv á finska tónleikapallinum. Umframt at hava
spælt við á sera nógvum upptøkum av finskum jazzi, hevur hann 28 útgávur í egnum navni á baki. Eisini er hann við á plátuni "Jazz í Føroyum III" (1982) og á fløguni "Lög" hjá Edvardi N. Debess (2003), sum eisini hevur spælt við honum í Føroyum fyrr.
Nú kemur Eero Koivistoinen so aftur og fer at framføra við eini føroyskari kvartet, við eru Edvard N. Debess á kontrabassi, Pauli R. Poulsen á guitara og James P. Goodwin á trummum.
Fyrsta konsertin verður í Gulu Smiðju, fríggjakvøld 19.09, kl. 20.00 (ókeypis atgongd).
Bústaður
Gula smiðja
46 Heiðavegur
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar