Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Fólkadansur - børn og vaksin

Fólkadansur - børn og vaksin saman v/ Sharon Weiss og Kristian Blak

Í vár fer aftur at bera til hjá foreldrum og børnum/ungum at dansa fólkadans í Gulu smiðju eina ferð um mánaðin. Vit dansa millum kl.16-17 fjórða sunnudagin í mánaðinum: 23. mars, 27.apríl og 25. mai 2025.
Sharon fer at læra okkum dansirnar, tað er ikki neyðugt at duga nakað frammanundan.
Vit fara at dansa til livandi spælimanstónleik – talan er um sokallað ”opið orkestur/open band”, t.v.s. at 2 – 3 yrkistónleikarar hava ábyrgd, og tónleikarar á ymsum støði, sum hava hug at royna seg, sleppa at “detta inn á gólvið” og taka lut eftir førimuni.
Nótar kunnu fáast á staðnum (men tú skalt helst taka títt egna nótastativ við, um tú ætlar at brúka nótar).
Sharon (dansur) og Kristian (konsertmeistari/tónleikur) eru við hvørja ferð; hinir tónleikarnir kunnu verða skiftandi.
Ókeypis atgongd. Dansurin er fyri børn úr forskúlaskúlaaldri og uppeftir.
Tiltakið er eitt samstarv millum Gulu smiðju og Fólkatónleikarafelagið.

Bústaður

Gula smiðja

46 Heiðavegur

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur