Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Garðdagur og rundvísing í gomlu læknahúsunum
Kom og síggj hvussu gomlu læknahúsini síggja út nú
Kom við til garðdag í garðinum við gomlu læknahúsini
Vit fara, í sambandi við Heystglóð, at bjóða tykkum til ein deiligan garðdag. Tit kunnu koma ein túr runt í havanum, ið hevur eina so ríka søgu. Tit kunnu eisini sleppa at taka eina hond í. Vit fara at rudda eitt sindur í havanum, soleiðis at trøini aftur koma til sín rætt, og havin gerst opin og rúmligur. Tankin er at øll skulu kunna njóta havan. Hann er ein partur av søguni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Norðoyggjum sum heild, so hví ikki lata hann upp og gera hann atkomuligan fyri øll?
Nú nærkast eisini til gomlu læknahúsini kunnu takast í nýtslu aftur, eftir at hava staðið tóm í nærum 30 ár. Kom inn á gólvið, síggj broytingarnar og hoyr søguna um húsini og havan rundanum. Ein staðkendur kemur at greiða frá um húsini sjálvi, og læknarnar, ið hava búðleikast her.
Børnini sleppa eisini uppí part!
Kenna tit læknarnar, ið hava verið her á sjúkrahúsinum? Kanska onkran? Tit fáa í øllum førum møguleikan til tað nú. Meðan foreldrini lurta eftir søgum um hús og trø, so kunnu børnini fara runt í havanum, finna postar, loysa uppgávur og fáa okkurt søtt.
Bústaður
Klaksvíkar sjúkrahús
1 Sjúkrahúsbrekka
Norðoyggjar
Samband
+298 454545
Klaksvíkar Sjúkrahús
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis