Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

Fernisering

Sunnudagin 17. november 2024 letur upp listaframsýning við verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Silja Strøm vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflekterandi, har filosofiskir, samfelagsligir og eisini humoristiskir vinklar, mangan eru flættaðir saman. Hennara serligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjaranum eina heilt serstaka uppliving, har hon eisini heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyribrigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum.
– Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og nýskapandi og rúma stórum potentiali.
Talan er um nýggj verk.
Ferniseringin í Gamla Seglhúsinum verður sunnudagin 17. november klokkan 15:00 og umframt røðu og lættari ábit, verður møguleiki at heilsa uppá listakvinnuna.

Bústaður

Gamla Seglhúsið - the Art Gallery

Klaksvíksvegur 48

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur