Akrar - Víkarbyrgi

  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-105-img-0193-jpg
    Útsýnið omanfyri Akrar við Vági í bakgrundini. Bygdagøtan byrjar beint uttanfyri seyðarættina har gingið verður beint niðan við hegninum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-106-img-0195-jpg
    Komin niðan á fyrsta hamaran, heldur tú fram niðan gjøgnum eystaru siðu á gilinum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-110-img-0199-jpg
    Útsýnið omanyvir Akrar og inn móti Vági. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-113-img-0203-jpg
    Útsýnið ovast á bygdagøtuni í 249m. hædd. Porkeri í bakgrundini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-116-img-0206-jpg
    Útsigtin ovast á bygdagøtuni. Baglhólmur í bakgrundini. Her sæst týðuliga á flágunum, at Føroyar hella eystureftir. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-118-img-0208-jpg
    Varðarnir, um ikki so stórir, standa týðiligir alla leiðina millum Akrar og Víkarbyrgi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-22-akrar-v-karbyrgi-122-img-0218-jpg
    Útsýnið yvir Víkarbyrgi. Mynd: Óli Gardshodn

Ein stuttur og lættur túrur tvørtur eftir tí vallaða Akravegnum, við vøkrum útsýni yvir Vágs- og Víkarfjørð, har landslagið er rættiliga merkt av, at fláirnar hella so nógv eystureftir

Í Økrum finnur tú bygdagøtuna við at ganga út gjøgnum rættina uttast í bygdini. Komin út um rættina er neyðugt at fara upp um okkurt hegn og so ganga beint niðan vinstrumegin (eystan fyri) hegnið. 

 

Tá ið tú kemur niðan á fyrstu høvdina, gongur tú beint niðaneftir fram við Ærgisá, eystarumegin gilið. Haðani eru varðar allan vegin, heilt oman í Víkarbyrgi.

 

Uppi á Brunni er gott útsýnið, og har er hugnaligt at sita og njóta løtuna við útsýninum norð á Porkerisnes og eystur á Baglhólm, har tað so týðiliga sæst, hvussu landslagið er sokkið niður eystureftir. 

 

Komin oman í Víkarbyrgi ber til at ganga yvir á høvuðsvegin heldur enn at fylgja gøtuni heilt oman í bygdina. Á henda hátt slepst undan at klúgva upp um hegnið, ið gongur tvørtur um bygdagøtuna longri niðri við bygdina. 

 

Møguligt er at ganga túrin úr báðum endum. Tað er eitt sindur brattari at ganga niðan úr Økrum

Akrar - Víkarbyrgi
Víkarbyrgi - Akrar

Akrar - Víkarbyrgi

There is no public transportation to either Akrar or Víkarbyrgi.

Parkering, á Økrum
Bilurin kann setast heilt úti við rættina uttast í bygdini, har pláss er fyri umleið trimum bilum (sí grøna frámerkið á myndini). Haðani gongur tú út gjøgnum portrið í rættini og út á bygdagøtuna (bláa strikan).

  • akrar-2-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa lingan vísir á byrjunarstað
  • akrar-1-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa lingan vísir á byrjunarstað
  • startingpoint-akrar-v-karbyrgi-100-img-0188-jpg
    Byrjunarstaður, Akrar

Víkarbyrgi - Akrar

There is no public transportation to either Akrar or Víkarbyrgi.

Parkering, Víkarbyrgi
Góð parkeringsviðurskifti eru fram við landsvegnum. Til ber t.d. at seta bilin við næstniðasta sving, áðrenn komið verður til bygdina (grøna frámerkið). Haðani verður gingið niðan við ánni og gjøgnum gilið við Steininum Gráa (bláa frámerkið)

  • v-karbyrgi-1-png
  • v-karbyrgi-2-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa lingan vísir á byrjunarstað
Akrar - Víkarbyrgi
Víkarbyrgi - Akrar

Akrar - Víkarbyrgi

Víkarbyrgi - Akrar

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
2.4 km

longd

hilltop peak icon
252 m

Hægsta stað

family icon
247 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi við børnum ið eru uml. 6. Farleiðin er sum heild barnavinarlig. Niðan gjøgnum gilið á Økrum er tó eitt sindur bratt. Har er neyðugt at leiða smábørn
difficulty icon Miðal - Tað er bert í gilinum niðan frá Økrum, at tað er eitt sindur bratt
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin, burtursæð frá gilinum niðan úr Økrum, har tað er eitt sindur bratt. Í gilinum er onkur lítil skriða og eitt sindur av leysum tilfari á gøtuni
9°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours