Fámjin - Vágur

  • f-mjin-simon-dubreuil-jpg
    Fámjin. Mynd: Simon Dubreuil
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-105-img-0130-jpg
    Útsýnið yvir Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-107-img-0134-jpg
    Fámjinsdalur við øllum vøtnunum umgirdur av fjøllum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-111-img-0147-jpg
    Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-112-img-0148-jpg
    Varðar eru allan vegin eftir bygdagøtuni - her í 390m hædd eftir væl vallaðu Fløtuna Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-114-img-0152-jpg
    Eftir at hava gingið 1,3 km eftir Fløtuni kemur tú suður í Bjarghaga, har gingið verður ígjøgnum eitt gamalt portur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-117-img-0157-jpg
    Útsýnið er avbera vakurt meðan gingið verður oman móti Ryskivatni. Her eru vit stødd ovalaga í Loskarbrekkuni. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-120-img-0165-jpg
    Ryskivatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-122-img-0172-jpg
    Byrgingin um Ryskivatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-129-img-0182-jpg
    Útsýnið yvir Botn, har fyrsta vatnorkuverkið í Føroyum bleiv bygt í 1921. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-131-img-0184-jpg
    Teir 4,5 km frá Ryskivatn til Vágar ganga vit eftir einum uppdyrkingarvegi. Her eru vit júst byrjaði at ganga oman til Vág. Mynd: Óli Gardshodn

Ein túr fyri vestan á Suðuroynni, við góðum útsýni yvir vøkru fjøllini rundan um Fámjin, og stóru og hugnaligu vøtnini í ymisku lægdunum

Í Fámjin ber til at byrja túrin við kirkjuna. Haðani verður gingið niðan gjøgnum geilina við Fámjinsveg 41 og síðan út á bygdagøtuna. Beint eftir, at komið verður niðan um landsvegin, er neyðugt at klúgva upp um eitt hegn fyri at halda fram eftir bygdagøtuni.

Tá ið gingið verður eftir longu brekkuni niðan í Reyðabakka, sum liggur í 375 m hædd, ber til at njóta útsýnið yvir fjøllini rundan um Fámjin, ið eru tiltikin vøkur. Komin niðan í Reyðabakka gongur leiðin suðureftir gjøgnum Fløtuna. Eftir at hava gingið 1,3 km eftir fløtuni kemur tú suður í Bjarghaga, har gingið verður ígjøgnum eitt portur.

Í Bjarghaga síggjast fleiri størri og smærri vøtn, harav tey størstu eru Mittvatn í 347 m hædd, og Ryskivatn í 244 m hædd. Útsýnið yvir nógvu vøtnini, sum í ymiskum hæddum liggja spjadd runt í lægdunum í Bjarghaga, er serstakt og sera vakurt á at líta. Oman fyri vøtnini eru vøkru fjallatopparnir Borgin og Borgarknappur umframt Glopprókin, sum við stóra stabbagrótinum á sjálvum fjallarygginum allarhelst er eindømi í Føroyum.

Bygdagøtan gongur síðani beina leið oman til tað niðasta vatnið, Ryskivatn, sum eisini er tað størsta. Har verður gingið fram við vatninum, tvørtur um byrgingina og síðan suðureftir fram við vatninum og haðani stutta strekkið yvir á uppdyrkingarvegin. Hevur tú bil í Vági, ber til at ganga frá byrgingini til stóra parkeringsplássið beint niðanfyri. Hevur tú ikki bil, so verður gingið teir 4 km eftir uppdyrkingarvegnum til Vágs. Frá vegnum sæst oman á elverkið í Botni, sum er fyrsta elverk í Føroyum. 
 

Fámjin - Vágur
Vágur - Fámjin

Fámjin - Vágur

Leið 701 Fámjin–Tvøroyri–Sandvík. Flestu av túrunum eru sokallaðir T-túrar, t.e. at bussarnir skulu tilkallast 1 tíma undan fráferð sum nærri greitt frá á heimasíðuni hjá SSL. 

Parkering, Fámjin
Í Fámjin er gott at seta bilin á stóra parkeringsplássið, har sum bygdagøtan fer niðan frá landsvegnum – sí grønu strikuna á myndini. Haðani verður gingið beint niðaneftir (bláa strika, nr. 1), har tú beinanvegin sært varðarnar, sum standa tætt allan vegin niðaneftir.

Um tú hevur sett bilin við kirkjuna í Fámjin, ber til at ganga niðan gjøgnum geilina, har portur eru í erva og neðra, og haðani niðan á landsvegin (sí píl nr. 2 á mynd), har síðan verður hildið fram sum omanfyri nevnt eftir píli nr. 1.

  • famjin-png
    Grøna linjan visir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • famjin-1-png
    Grøna linjan visir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-100-img-0121-jpg
    gongd frá parkeringsplássum í bygdini og til byrjunarstað
  • 2020-07-21-f-mjin-v-gur-104-img-0127-jpg
    byrjunarstaður

Vágur - Fámjin

Leið 700 koyrir Sumba–Vágur–Tvøroyri. Í Vági eru uml. 4,5 km at ganga frá busssteðgiplássinum niðan til Ryskivatn, haðani bygdagøtan gongur. Tískil er tað ein fyrimunur at hava bil ella at fáa onkran at koyra seg niðan til Ryskivatn.

Parkering við Ryskivatn oman fyri Vág
Við Ryskivatn er stórt parkeringspláss at seta bilin (sí mynd). Aðrastaðni í økinum eru eisini onnur stór parkeringspláss. Haðani kann verða gingið eftir bláu linjunum, alt eftir hvaðan komið verður, tvørtur eftir vatnbyrgingini í Ryskivatni og haðani út á bygdagøtuna.

  • v-gur-png
  • v-gur-2-png
    Grøna linjan visir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • v-gur-1-png
    Grøna linjan visir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
Fámjin - Vágur
Vágur - Fámjin

Fámjin - Vágur

Vágur - Fámjin

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
4.4 km

longd

hilltop peak icon
395 m

Hægsta stað

family icon
363 m

Hæddarmetrar


family icon Leiðin hóskar seg til børn yvir 8 ár. Leiðin er heldur long, og talan er um nógvar hæddarmetrar
difficulty icon Miðal - Eitt sindur bratt er niðan úr Fámjin og niðan frá Ryskivatni. Eitt sindur av leysum gróti er í smáu reynunum og í hamrunum á leiðini
terrain icon Vallað og gott at ganga meginpartin av túrinum. Eitt sindur av leysum gróti er í smáu reynunum og í hamrunum á leiðini
9°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours