You haven’t got any favourites yet

This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.

Click the icon on pages and they’ll appear here.

Your favourites

Inspiration & Articles

Events & Tours

Places

Hiking

Leitingarúrslit

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS, TOURS & HIKES

PLACES

Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Hvalvík - Kvívík

  • hvalv-k-kirstinvang-jpg
    Hvalvík. Mynd: @kirstinvang
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-102-img-0007-jpg
    Ávegis niðan eftir Rossaryggi í Hvalvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-106-img-0012-jpg
    Útsýnið yvir Hvalvík frá omanfyri Rossaryggi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-105-img-0011-jpg
    Omanfyri Rossarygg. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-108-img-0018-jpg
    Oman fyri Hvalvíksgjógv (í 330 m hædd) hanga tvey krúss á træpela við eina keldu, har til ber at njóta eina løtu og sløkkja sær tostan. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-109-img-0020-jpg
    Uppi frá Kellingarsteini í 380m. hædd, hava vit eitt avbera gott útsýnið yvir Saksunardal, sum er longsti dalur í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-122-img-0056-jpg
    Hamarsendi í Vatnsdali omanfyri Kvívík. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-125-img-0060-jpg
    Útsýnið yvir Kvívík. Mynd: Óli Gardshodn
  • kv-vik-tommy-halfter---capturewithtommy-jpeg
    Útsýnið yvir Kvívík. Mynd: @capturewithtommy

Ein vakur, lættur og friðarligur túrur, ið tekur uml. 3 tímar í støðugari gongd

Bygdagøtan millum Hvalvík og Kvívík er áhugaverd. Gingið verður fram við vatnbyrgingini á Mýrunum eystan fyri Vestmanna. Á leiðini sæst, hvussu størri og smærri byrgingar eru grivnar til at savna regnvatn í hesum stóra øki, og gingið verður fram við einum vatntunli.

 

Byrjar túrurin í Hvalvík, verður gingið frá Missiónshúsinum. Gingið verður eftir nýggju gøtuni niðan til bøgarðsportrið. Komin gjøgnum portrið fert tú til vinstru, móti hoyggjhúsinum, haðani gingið verður á skák niðaneftir norðan fyri Myllá (høgrumegin). Teir fyrstu varðarnir standa uppi á fyrstu høvdini, í 150 m hædd, og síggjast ikki, fyrr enn komið er niðaná. Komin niðan á høvdina gongur tú fram við Myllá og fram við Hvalvíksgjógv, har varðar eru allan vegin til Kvívíkar.

 

Byrjar túrurin í Kvívík, verður gingið frá stóra parkeringsplássinum á landsvegnum oman fyri bygdina. Haðan verður gingið 70 m eystureftir, har gøta er niðan til fyrsta portrið. Haðan eru varðar allan vegin niðan. 

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. Kanska er vakrari at ganga úr Hvalvík.

Hvalvík - Kvívík
Kvívík - Hvalvík

Hvalvík - Kvívík

Leið 450 koyrur til Hvalvíkar og leið 100/300 til Kvívík. Báðar leiðirnar koyra til og frá Tórshavn.

Parkering, Hvalvík
Í Hvalvík eru góðar umstøður at seta bilin við Hvalvíkar bókasavn (sí myndir)

  • map-parkering-hvalvik-jpg
    Grønu linjurnar vísa til parkering og bláa linjan vísir til túrabyrjan
  • parkering-hvalv-k-1-png
    Grønu linjurnar vísa til parkering og bláa linjan vísir til túrabyrjan
  • hvalv-k-path-1-jpg
    Byrjan av túrinum
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-103-img-0350-jpg
  • bl-strika-v-sir-lei-ina-ni-an-png
    Sí bláu linjuna ið vísir á byrjan av túrinum

Kvívík - Hvalvík

Leið 450 koyrur til Hvalvíkar og leið 100/300 til Kvívík. Báðar leiðirnar koyra til og frá Tórshavn.

Parkering, Kvívík
Í Kvívík kann bilurin standa við stóra parkeringsplássið við landsvegin oman fyri Kvívík.

  • parkering-kv-v-k-2-png
    Grønu linjurnar vísa til parkering og bláa linjan vísir til túrabyrjan
  • parkering-kv-v-k-1-png
    Grønu linjurnar vísa til parkering og bláa linjan vísir til túrabyrjan
Hvalvík - Kvívík
Kvívík - Hvalvík

Hvalvík - Kvívík

Kvívík - Hvalvík

Fakta

path icon
3t 0m

Tíð

path icon
9 km

longd

hilltop peak icon
399 m

Hægsta stað

family icon
498 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg við børnum
difficulty icon Miðal - Gott at ganga allan vegin, men ein heldur langur túrur. Eitt sindur tungt er at ganga langa strekkið niðaneftir úr Hvalvík
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Ein partur av leiðini gongur eftir vatnbyrgingini á Mýrunum
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours