Hvalvík - Leynar

  • hvalv-k-kirstinvang-jpg
    Hvalvíkar bygd. Mynd: @kirstinvang
  • img-20190623-095859-jpg
    Niðasti varðin omanfyri Hvalvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • img-20190623-111503-jpg
    Útsýnið frá Húsadalsskarði oman yvir stóri dalurin sum leiðir oman til Leynavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • img-20190623-121946-jpg
    Frammi við Gjónna verður gingið framvið viðurkendu Matstovuni Koks, sum hevur heili tvær Michelin stjørnur og eina serstaka grøna stjørnu fyri burðardygd. Mynd: Óli Gardshodn
  • koks1-jpg
    Frammi við Gjónna verður gingið framvið viðurkendu Matstovuni Koks, sum hevur heili tvær Michelin stjørnur og eina serstaka grøna stjørnu fyri burðardygd. Mynd: KOKS
  • img-20190623-122738-jpg
    Leynavantn. Mynd: Óli Gardshodn
  • faroe6-jpg
    Leynasandur. Mynd: Pelle Faust
  • img-20190623-123922-jpg
    Framvið ánni frá Leynavatni oman til Leynar. Mynd: Óli Gardshodn

Langi túrurin í friðarliga umhvørvinum, har bara heiðafuglur hoyrist, er balsam fyri sálina

Tað er ein góður og friðsælur túrur at ganga bygdagøtuna millum Hvalvík og Leynar. Langi túrurin í friðarliga umhvørvinum, har bara heiðafuglur hoyrist, er balsam fyri sálina. 

 

Spennandi og eitt sindur krevjandi er at ganga niðan gjøgnum gjónna og niðan á Húsadalsskarð. Eftir at hava gingið gjøgnum brattan niðan á skarðið er stórbært at koma niðan á víða, opna dalin, sum leiðin síðani gongur oman ígjøgnum.

 

Dalá, leynamegin, er stór, breið og sera vøkur. Beint oman fyri Djúpagil sæst vakurt, liggjandi stabbagrót. 

 

Byrjar túrurin í Hvalvík, verður gingið frá Missiónshúsinum. Gingið verður eftir nýggju gøtuni niðan til bøgarðsportrið. Komin gjøgnum portrið, fert tú til vinstru móti hoyggjhúsinum. Halt fram niðaneftir, til tú kemur áraka ovasta grótgarðin. Far síðan suðurum Myllá og gakk haðani skrátt niðaneftir í ein beinan sunnan, har tú sært fyrsta varðan í 145 metra hædd. 

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. Kanska er vakrari at ganga úr Hvalvík.
 

Hvalvík - Leynar
Leynar - Hvalvík

Hvalvík - Leynar

Buss ruta 450 koyrur regluliga til Hvalvíkar.

Parkering, Hvalvík
Góðar umstøður eru at seta bilin við Hvalvíkar Bókasavn,  Hvalvíksvegur 75 (sí mynd)

  • hvalvik-byrjan-000a-jpg
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa á byrjanarstað
  • hvalvik-byrjan-001-jpg
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa á byrjanarstað
  • hvalvik-byrjan-001-8w6a0590-jpg
    Fylg bláu linjuni gjøgnum bygdagarðsportrið
  • hvalvik-byrjan-002-8w6a0576-jpg
    Vend til vinstru, suðureftir, við skeltið, sum stendur beint niðanfyri hoyggjhúsið
  • hvalvik-byrjan-003-8w6a0577-jpg
    Gakk suðureftir fram við hegninum, tvørtur um Myllá
  • hvalvik-byrjan-004-8w6a0578-jpg
    Gakk suðureftir fram við hegninum, tvørtur um Myllá
  • hvalvik-leynar-byrjan-005-8w6a0586-jpg
    Tá tú kemur suður móti træportrinum, skalt tú venda niðaneftir. Fylg hegninum og seinni grótgarðinum. Gakk eitt sindur suðureftir omanfyri grótgarðin til tú kemur til Mataránna. Fylg Mataránni víðari niðaneftir. Í 150 m. hædd er fyrsti varðin.

Leynar - Hvalvík

Public transport
Leið 100/300 koyrur til Leynar úr Havn.

Parkering, Leynar:
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið við tunilsmunnan ella niðri í bygdini (sí mynd)

  • parkering-leynar-png
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa á byrjunarstað
Hvalvík - Leynar
Leynar - Hvalvík

Hvalvík - Leynar

Leynar - Hvalvík

Fakta

path icon
3t 30m

Tíð

path icon
9 km

longd

hilltop peak icon
529 m

Hægsta stað

family icon
525 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er hóskandi við børnum 10 ár og eldri
difficulty icon Avbjóðandi - Kanska fyrsta strekkið niðan á Húsadalsskarð (529 m) hevur torleikastøði 3. Annars er leiðin løtt og góð at ganga, og ongir hamrar ella røkur eru at fara ígjøgnum
terrain icon Vallað allan vegin. Leyst tilfar niðan gjøgnum gjónna (Gjótan) niðan á Húsadalsskarð og rættiliga bratt at koma niðaná
8°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours