Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík

  • Villagepath-between-Hvalvík-Leynavatn-Goturshálsur-Hvalvík-roundtrip-mountains-lakes-hiking
    Niðasti varðin omanfyri Hvalvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Hvalvík-Leynavatn-Goturshálsur-Hvalvík-roundtrip-mountains-lakes-hiking
    Útsýnið frá Húsadalsskarði oman yvir stóri dalurin sum leiðir oman til Leynavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • img-20190623-123922-jpg
    Tann 3 km. langi gongutúrurin oman við Dalá er sera vakur, róligur og hugnaligur. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Hvalvík-Leynavatn-Goturshálsur-Hvalvík-roundtrip-mountains-lakes-hiking
    Her síggja vit Ærgisá renna oman frá Goturshálsi. Gøtan gongur yvir um ánna og so niðan fram við henni. Ærgisfossur, sum sæst ovast á myndini er vakur og eitt sindur sjáldsamur at ganga fram við. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-08-leynavatn-vestmanna-110-img-0085-jpg
    Útsikt uppi frá Ærgisfossi, oman yvir Dalánna og økið Við Gjónna, har Michelin matstovan Koks sæst beint undir Stórugjógv. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalvik-kvivik-116-img-0034-jpg
    Útsikt uppi á Hovabrekku, oman gjøgnum Heygadal, har vit síggja ein av teimum 5 vatnbyrgingunum í økinum. Í bakgrundini Vestmanna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-hvalv-k---kv-v-k-111-img-0023-jpg
    Útsýnið við Dýnugil, við vatnbyrgingina á Mýrunum, suður móti Goturshálsi, sum liggur beint framman fyri lítla fjallinum í miðjuni, Gásafelli. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Hvalvík-Leynavatn-Goturshálsur-Hvalvík-roundtrip-mountains-lakes-hiking
    Avbera vakra útsýnið frá Hvalvíksgjógv í 280m. hædd oman yvir Hvalvík og Streymnes umframt Eysturoy hinumegin fjørðin. Bygdagøtan gongur oman fram við Myllá allan vegin oman til Hvalvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Hvalvík-Leynavatn-Goturshálsur-Hvalvík-roundtrip-mountains-lakes-hiking
    Bøgarðsportrið til bygdagøtuna í Hvalvík. Mynd: Óli Gardshodn

Á hesum vakra og avbjóðandi túrinum, sum byrjar og endar í Hvalvík, sært tú vøkur fjøll, vøtn og dalar - m.a. Leynavatn, Húsadalsskarð, Gotursháls og Ærgisá

Túrurin byrjar við Missiónshúsið í Hvalvík. Her er nýggja gøtan, sum leiðir niðan í gilið til eitt portur. Komin gjøgnum portrið, fert tú til vinstru móti hoyggjhúsinum. Halt fram niðaneftir, til tú kemur áraka ovasta grótgarðin. Far síðan suðurum Myllá og gakk haðani skrátt niðaneftir í ein beinan sunnan, har tú sært fyrsta varðan í 145 metra hædd. 

 

Halt leiðina fram ímóti Leynavatni

Tað er ein góður og friðsælur túrur at ganga bygdagøtuna millum Hvalvík og Leynavatn. Langi túrurin í friðarliga umhvørvinum, har bara heiðafuglur hoyrist, er smyrsl fyri sálina. Spennandi og eitt sindur krevjandi er at ganga niðan gjøgnum gjónna og niðan á Húsadalsskarð. Eftir at hava gingið gjøgnum brattan niðan á skarðið er stórbært at koma niðan á víða, opna dalin, sum leiðin síðani gongur oman ígjøgnum.

Dalá, leynamegin, er stór, breið og sera vøkur. Beint oman fyri Djúpagil liggur vakurt stabbagrót. 

 

Halt leiðina fram ímóti Goturshálsi 

Tá vit nærkast dyrkaða økinum uppi yvir Leynavatni, fara vit framvið eini stórari rætt við Ærgisá. Hinumegin Dalá, sært tú tvey-stjørnaðu Michelin matstovuna, Koks. Her venda vit niðan aftur, har farið verður tvørtur um breiðu og vøkru Ærgisá. Við vakra útsýninum yvir dalin, verður síðan gingið niðan við ánni og seinni eftir varðunum, sum standa tætt allan vegin niðan á Gotursháls. Á sjálvum Goturshálsi krossast hendan bygdagøtan við eina aðra bygdagøtu, nevniliga ta millum Kvívík og Hvalvík. Her skal ansast eftir ikki at fara skeivur av varðunum. Rætta leiðin er norðureftir eftir varðunum ímóti Hvalvík. Halt teg til høgru, tá ið gingið verður eystaru megin stóru vatnbyrgingina, og fylg varðunum oman til Hvalvíksskarð. Ovast á Hvalvíksskarði sært tú yvir á Mýrarnar og eina av byrgingunum, ið SEV bygdi fyrst í 1960-árunum. Eisini er ein lítil privat vindmyllulund har. 

 

Vestaru megin byrgingina stendur Loysingarfjall. Ein søga er um eina gentu úr Vestmanna, sum hvarv úr bygdini og var ongastani at finna. Dagin eftir fann ein seyðamaður hana uppi á Loysingafjalli. Hon segði, at ein maður í hvítum klæðum hevði leitt hana niðan hagar, og hevði givið henni at eta. Eingin kendi mannin. 

 

Á leiðini oman Hvalvíksskarð kemur tú til ein varða, laðaður á stórum kletti og kallaður Kellingarsteinur. Beint áðrenn Kellingarstein kemur gøtan úr Vestmanna saman við gøtuni til Hvalvíkar.  Ansast má eftir ikki at fara skeivur av varðunum. Halt leiðina fram somu megin fjallið, framvið Kellingarsteini og omaneftir Hvalvíksgjógv, fyri síðani at fara oman norðaru megin Myllá, oman framvið lítla hoyggjhúsinum og gjøgnum portrið, sum leiðir teg aftur til byrjunarstaðið. 

Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík

Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík

  • hvalvik-byrjan-000a-jpg
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa á byrjanarstað
  • hvalvik-byrjan-001-jpg
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa á byrjanarstað
  • hvalvik-byrjan-001-8w6a0590-jpg
    Fylg bláu linjuni gjøgnum bygdagarðsportrið
  • hvalvik-byrjan-002-8w6a0576-jpg
    Vend til vinstru,. suðureftir, við skeltið sum stendur beint niðanfyri hoyggjhúsið
  • hvalvik-byrjan-003-8w6a0577-jpg
    Gakk suðureftir fram við hegninum, tvørtur um Myllá
  • hvalvik-byrjan-004-8w6a0578-jpg
    Gakk suðureftir fram við hegninum, tvørtur um Myllá
  • hvalvik-leynar-byrjan-005-8w6a0586-jpg
    Tá tú kemur suður móti træportrinum, skalt tú venda niðaneftir. Fylg hegninum og seinni grótgarðinum. Gakk eitt sindur suðureftir omanfyri grótgarðin til tú kemur til Mataránna. Fylg Mataránni víðari niðaneftir. Í 150 m. hædd er fyrsti varðin.

Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík

Hvalvík - Leynavatn - Hvalvík

Fakta

path icon
6t 0m

Tíð

path icon
12.2 km

longd

hilltop peak icon
529 m

Hægsta stað

family icon
990 m

Hæddarmetrar


family icon Ikki hóskandi fyri børn
difficulty icon Avbjóðandi - Teinurin er langur og 990 hæddarmetrar, og tískil ein krevjandi túrur
terrain icon Valla og gott lendi allan vegin. Í støðum eitt sindur vátt lendi og bratt er í støðum. Leyst tilfar niðan gjøgnum gjønna (Gjótan) niðan á Húsadalsskarð
8°C
6 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours