Kambsdalur – Skálafjørður
Fá frið í sinnið og njót útsýnið yvir Fuglafjørð og Skálafjørð á hesum deiliga túri fram við Trælavatni
Byrja við barnagarðin Stropan á Kambsdali. Gøtan byrjar við ánna. Far upp um girðingina. Har er eingin slóðað rás og eingir varðar. Gakk á skák niðaneftir til vinstru (suðureftir) og ver so nøkulunda í beinari linju frá vegnum, sum gongur niðan ímillum miðnámsskúlan og ítróttahøllina.
Fyrst gongur tú um gomlu torvheiðarnar, sum hoyrdu til Fuglafjørð. Á Skarðsbrúgv kemur tú til gjónna. Gakk ímóti gjáarmunnanum har gongt er niðan á Skarðsbrúgv. Har sært tú fyrsta varðan. Haðan hevur tú frálíkt útsýn yvir Fuglafjørð og øll fjøllini rundan um bygdina.
Norðanfyri sæst yvir á Kalsoynna við tí hvassa Nestindi, sum við sínum 788 metrum stingur seg upp í loft, og víðari yvir á stórbæru Kunoynna. Eystanfyri er Ritafjall (eisini kallað Leirvíksfjall), og hyggur tú omanyvir, sært tú Leirvíksvegin.
Nú kemur tú til Trælavatn, har eitt stórt fiskimásabøli er um summarið. Har eru tjøldur, gæs og aðrir fuglar. Tú mást halda teg norðan fyri vatnið, har tú kemur til eina gamla gøtu. Gøtan er sløtt,men lendið er túgvut og grýtut. Har eru nakrir varðar, sum vísa hagamørk einar 100 metrar sunnan fyri gøtuna. Ansa eftir ikki at ganga skeivan veg!
Tá ið tú sært langa fjørðin suður ímóti Toftavatni við Nólsoynni í baksýninum, snarar varðagøtan líðandi til høgru. Reyðafelstindur er framman fyri teg. Ansa eftir, tá ið tú fert oman Rossastígar, tí har er bratt í støðum. Tað kann vera ringt at fáa eyga á varðarnar. Varðarnir eru longri niðri á slættanum. Gakk ímóti teimum.
Best er at ganga fram við ánni oman í Tundradal syðrumegin (vinstrumegin).
Søgn sigur, at einaferð vóru fýra menn úr Hattarvík á Fugloynni, nevndir floksmenninir, sum ætlaðu at taka allar Føroyar. Teir vórðu tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av brattasta partinum av Valaknúkum. Dómurin varð framdur, og teir vórðu grivnir við Tingstein undir Valaknúkum. Gakk oman á høvuðsvegin tætt við bensinstøðina. Ætlar tú tær longur, kanst tú halda fram frá Skálabotni til Selatraðar. Tað tekur hálvan fjórða tíma aftrat.
Kambsdalur – Skálafjørður
Skálafjørður - Kambsdalur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar
Øki / Torleikastig