Kvívík - Válur

  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-102-img-0077-jpg
    Útsigtin suðureftir uppi frá Havnargøtu. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-103-img-0082-jpg
    Stóri slætti Junkarahagin, har vegurin til Vestmanna eisini sæst. Hinumegin Vestmannasund sæst sæst Vágoyggin. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-105-img-0092-jpg
    Eftir bygdagøtuni úti á Sløttum. Mynd: Óli Gardshodn
  • cleardawn-jpg
    Frá tí hægsta staðnum á gøtuni síggja vit her niður yvir Vestmannasund, har vit í høgru síðu síggja Vestmanna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-106-img-0093-jpg
    Uppi frá Brúnni, síggja vit oman yvir Breiðá, sum rennir út í Váli. Ovaliga til høgru síggjast tveir av stóru vatnbyrgingunum, sum veita vatn til vatnorkuverkið í Vestmnna. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-107-img-0100-jpg
    Uppi á Brúnni eru varðarnir stórir og tignarligir. Mynd: Óli Gardshorn
  • 2019-08-01-kv-v-k---v-lur-109-img-0017-jpg
    Bøgarðsportrið omanfyri Vál tætt við Breiðá. Mynd: Óli Gardshorn

Ein lættur og friðarligur túrur

Verður farið úr Kvívík, ber til at seta bilin niðri í bygdini og ganga allan vegin. Høgligast er tó at seta bilin við igloirnar oman fyri landsvegin. Mælt verður til at parkera her og ikki við seyðahúsini, har fyrsti varðin stendur. 

 

Haðan gongur tú eystureftir til stóru ánna og fylgir henni uml. 500 m, til tú kemur niðan móti Breiðáhólmi, har varðarnir síggjast merkja leiðina niðaneftir. Góðir og týðiligir varðar eru allan vegin til Válin.

 

Á Válinum er bygdagøtan ikki so sjónlig. Tvey portur leiða niðan í hagan frá Válinum. Annað er oman fyri seyðahúsið, eystan fyri Veggjamanshamar, og hitt er vestan fyri sýnina, í Kráargili. Bæði kunnu brúkast, og báðastaðni ber til at seta bilin. 

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. 

Kvívík - Válur
Válur - Kvívík

Kvívík - Válur

Leið 100/300 millum Tórshavn og Vestmanna, steðgar eisini í Kvívík. Sí ferðaætlan:

Parkering, Kvívík
Í Kvívík kann bilurin setast við igloirnar oman fyri landsvegin (sí mynd)

  • parkering-kv-v-k-1-png
    kort yvir parkering og leið
  • parkering-kv-v-k-2-png
    leiðin út á bygdagøtuna

Válur - Kvívík

Leið 100/300 millum Tórshavn og Vestmanna, steðgar eisini á Válinum.

Parkering, Válur
Oman fyri Válin er eitt rættiliga stórt parkeringspláss á landsvegnum beint niðan fyri bygdagøtuna (sí mynd)

  • parkering-v-lur-1-png
    parkering og farleið
Kvívík - Válur
Válur - Kvívík

Kvívík - Válur

Válur - Kvívík

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
5.2 km

longd

hilltop peak icon
421 m

Hægsta stað

family icon
246 m

Hæddarmetrar


family icon Gongutúrurin er væl egnaður við børnum
difficulty icon Miðal - Gott er at ganga allan vegin, men rættiliga nógvir hæddarmetrar
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin
8°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours