Leirvík - Norðragøta

  • nor-rag-ta---leirv-k-barbara-l-arenda-6-jpeg
    Leirvík, mynd: Barbara á Líðarenda
  • nor-rag-ta---leirv-k-barbara-l-arenda-5-jpeg
    mynd: Barbara á Líðarenda
  • nor-rag-ta---leirv-k-li-gar-shorn--118-img-0179-jpg
    Norðragøta. útsýnið frá ovastu trappu beint undir skarðinum, í 310m. hædd. Mynd: Óli Gardshodn
  • nor-rag-ta---leirv-k-li-gar-shorn-115-img-0170-jpg
    Útsýnið frá beint undir tí ovastu trappuni undir Leirvíksfjalli. Her síggja vit suður yvir Gøtuvík, har vit heilt úti á endanum hava Mjóvanes. Tað serstaka við hesi gøtu er, at tað eru so nógvar lagaðar trappur og jarn gelendarar. Tann bratta fjallasíðan ger túrin eitt sindur avbjóðandi... Mynd: Óli Gardshodn
  • nor-rag-ta---leirv-k-barbara-l-arenda-4-jpeg
    útsýni yvir Syðrugøtu, mynd: Barbara á Líðarenda
  • kirkjan-no-rag-tu-kirstinvang-jpg
    Í Norðragøtu. Mynd: @Kirstinvang

Gongutúrurin upp um Leirvíksfjall er ein aldagamal og vakur túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í hav

Túrurin er rímiliga lættur og tekur umleið ein tíma. Varðar vísa vegin, og trappur og rimaverk eru sett upp við hamrarnar, har brattast er at ganga. Á seinasta teininum oman í Norðragøtu eru prestar við endurskini settir. 

 

Fleiri áhugaverd og søgulig støð eru á leiðini. Uppi yvir fótbóltsvøllinum í Leirvík er vælhildna torvhúsið hjá Petur Kristiani Jacobsen (í Gerðismørk), sum sigur søguna um knossið hjá forfedrunum, sum gingu her í gomlum døgum.

 

Longri uppi verður gingið fram við Moyggjarhellinum, har tað sigst, at ungar gentur fjaldu seg, tá ið sjórænarar herjaðu her um leiðir. 

 

Ein kikari er settur upp á Leirvíksfjalli – tætt við bygdagøtuna. Haðan ber til at njóta útsýnið norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í hav. Kikarin verður tikin niður um veturin, men væl ber til at ganga túrin alt árið, bara veðrið er til vildar. 

 

Gøtan kann verða gingin báðar vegir, so veðurforsøgn og flutningsmøguleikar kunnu avgera tað.  

Leirvík - Norðragøta
Norðragøta - Leirvík

Leirvík - Norðragøta

Leið 400 steðgar í Norðragøtu og í Leirvík.

Hartil er ókeypis bussleið ímillum bygdirnar við regluligum fráferðum allan dagin. Sí koyriætlan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Parkering í Leirvík
Í Leirvík ber til at seta bilin við fótbóltsvøllin. Haðan verður gingið út gjøgnum bæði portrini beint oman fyri fótbóltsvøllin við tað lítla húsið, kallað “Torvhúsið hjá Petur Kristian Jacobsen (í Gerðismørk)” (sí mynd)

  • parkering-leirv-k-jpg
    parkering (grønt), byrjan (blátt)
  • parkering-leirv-k-2-jpg-png
    portrið ið leiðir út um bøgarðarnar

Norðragøta - Leirvík

Leið 400 steðgar í Norðragøtu og í Leirvík.

Hartil er ókeypis bussleið ímillum bygdirnar við regluligum fráferðum allan dagin. Sí koyriætlan á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Parkering í Norðagøtu
Í Norðragøtu kann bilurin setast ymsastaðni. Best er at seta hann niðri í bygdini, annaðhvørt við kirkjuna ella uttan fyri flakavirkið.

Við Blásastovu er eitt skelti, sum vísir, hvar bygdagøtan byrjar. Haðan er gongt niðan til uppdyrkingarvegin, gjøgnum tvey portur, og síðani leiða prestar út gjøgnum næsta portrið til fyrsta varðan (sí myndir)

  • map-nor-ag-ta-parkering-jpg
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu á túrabyrjan
  • parkering-nor-rag-ta-2-jpg
    Túrurin byrjar framvið Blásastovu
Leirvík - Norðragøta
Norðragøta - Leirvík

Leirvík - Norðragøta

Norðragøta - Leirvík

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
2.1 km

longd

hilltop peak icon
336 m

Hægsta stað

family icon
332 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi fyri børn omanfyri uml. 10 ár
difficulty icon Avbjóðandi - Stutt, men bratt og kanska eitt sindur ørandi er at ganga trappurnar upp og niður gjøgnum hamrarnar, hóast rimaverk eru allastaðni, har tørvur er á tí
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin, men bratt í støðum og brattar smalar trappur upp ígjøgnum hamrarnar
8°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours