Leynar - Kollafjørður

  • leynar-jean-ho-jpg
    Leynasandur. Mynd: @JEAN.HO
  • 2019-06-23-hvalv-k---leynar-022-img-0124-jpg
    Stabbagrótið á Stórareyni skarar framúr á leiðin. Mynd: Óli Garðshorn
  • Leynar-Kollafjordur-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Tað er ikki so væl uppmerkt, hvar bygdagøturnar byrja, men annars eru nógvir varðar, sum eisini eru í góðum standi. Mynd: Óli Garðshorn
  • Kollafjørður-Leynar-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Gøtan er nógv gingin, eisini við rossum, og tað sæst væl við nógvu rossasporunum á leiðini. Mynd: Óli Garðshorn

Tað er vakurt at ganga á gomlu bygdagøtuni. Landslagið er fjølbroytt og Stabbagrótið á Stórareyni skarar framúr á leiðin

Serliga vakurt er at ganga ímóti Leynum, og hetta er eisini ein munandi lættari túrur, av tí at byrjað verður so høgt uppi. Gøtan er nógv gingin, eisini við rossum, og tað sæst væl við nógvu rossasporunum á leiðini. 

 

Friðsælt og vakurt er inni í dalinum, tvørtur um Marknagil og víðari niðan, har tú sært niðan í Líraberg og stabbagrótið á Stórareyni.

 

Tað er ikki so væl uppmerkt, har bygdagøturnar byrja í hvør sínum enda, men annars eru nógvir varðar, ið eisini eru í góðum standi. Av tí at gøtan er so mikið nógv traðkað, sæst hon væl allan vegin, tó ikki seinastu metrarnar oman á Oyggjarvegin.

 

Portur eru at ganga um í Leynum.

 

Tað er vakrari og lættari at ganga ímóti Leynum.

Leynar - Kollafjørður
Kollafjørður – Leynar

Leynar - Kollafjørður

Bussur steðgar í Leynum, sí SSL leið 100/300 

Parkering, Leynar
Í Leynum ber til at seta bilin fram við landsvegnum, á leið har sum bygdagøtan byrjar (sí mynd).

  • Starting-point-Leynar-Kollafjørður-Hike
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Starting-point-Leynar-Kollafjørður-Hike
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Starting-point-Leynar-Kollafjørður-Hike
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar

Kollafjørður – Leynar

Við bussi ber til at taka leið 100/300
Leið 450 koyrir ímillum Skálafjørðin og Kollafjørð

Parkering, Kollafjørður
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið við Búnaðarstovuna í Kollafirði.

  • parkering-kollafjordur-leynar-jpg
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • parkering-kollafjordur-leynar-2-jpg
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • parkering-kollafjordur-leynar-4-jpg
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • parkering-kollafjordur-leynar-3-jpg
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
Leynar - Kollafjørður
Kollafjørður – Leynar

Leynar - Kollafjørður

Kollafjørður – Leynar

Fakta

path icon
1t 45m

Tíð

path icon
4.9 km

longd

hilltop peak icon
285 m

Hægsta stað

family icon
298 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er væl egnaður fyri børn
difficulty icon Miðal -
terrain icon Vallað allan vegin, men djúp rossaspor, serliga leynamegin, ið ger, at rutan sær heldur slitin út
8°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours