Miðvágur - Vatnsoyrar

  • li-gar-shorn---mi-v-gur---vatnsoyrar-108-img-0015-jpg
    Útsýni frá Føstuvarða yvir Miðvág og Koltur
  • li-gar-shorn-mi-v-gur---vatnsoyrar-109-img-0010-jpg
    Útsýni yvir Leitisvatn og Trælanípu
  • li-gar-shorn-mi-v-gur---vatnsoyrar-114-img-0031-jpg
    Útsýni yvir Leitisvatn og Trælanípu
  • li-gar-shorn-mi-v-gur---vatnsoyrar-116-img-0043-jpg
    Vága floghavn og Mykines
  • li-gar-shorn-mi-v-gur---vatnsoyrar-119-img-0049-jpg
    Vatnsoyrar

Ein lættur gongutúrur við fjølbroyttum útsýni yvir flogvøllin, Trælanípuna og heilt suður í Hest

Bygdagøtan ímillum Miðvág og Vatnsoyrar er ein vælegnaður túrur til teirra, ið vilja hava eina vakra og fjølbroytta náttúruuppliving, ið er lætt atkomilig og løtt at ganga.

 

Túrurin varir á leið ein tíma, og útsýnið á leiðini strekkir seg yvir Koltur, Hest, Trælanípuna, Leitis-/Sørvágsvatn, flogvøllin og Mykines.

 

Gøtan er sjónlig, og varðar eru allan vegin, men tað kann vera torført at finna, hvar gøtan byrjar. Í Vatnsoyrum er lætt at finna hagaportrið, og haðani sæst fyrsti varðin týðiliga, so tað kann vera gott at byrja her hjá tí, sum ikki er staðkendur.

 

Lendið er vallað og gott at ganga mestsum allan vegin, men í støðum er eitt sindur vátt. Við Vatnsoyrar er nakað av leysum gróti á gøtuni, og onkustaðni er nakað bratt.

 

GPX-fílan er hent fyri at finna røttu leiðina niðan gjøgnum geilina í Miðvági. 

Miðvágur - Vatnsoyrar
Vatnsoyrar - Miðvágur

Miðvágur - Vatnsoyrar

Leið 300 koyrir regluliga úr Havn og steðgar bæði í Miðvági og í Vatnsoyrum. Um ferðast verður úr norðurøkinum, so ber til at fara við leið 450 og skifta til leið 300 í Kollfjarðadali. 

Parkering, Miðvágur
Set bilin við grønu linjurnar, antin við kirkjuna ella uppi við vatnbrunnarnar. Við brunnarnar er bert pláss fyri 3 bilum. Gakk haðani eftir bláu linjunum og út ígjøgnum portrið (portrið sæst ikki á myndini).

  • parkering-mi-v-gur-png
    grøn strika: parkeringsmøguleikar; blá strika: farleiðin út á bygdagøtuna
  • parkering-vatnsoyrar-png
    grøn strika: parkeringsmøguleikar; blá strika: farleiðin út á bygdagøtuna

Vatnsoyrar - Miðvágur

Leið 300 koyrir regluliga úr Havn og steðgar bæði í Miðvági og í Vatnsoyrum. 

Parkering, Vatnsoyrar
Parkera við grønu linjuna við lítla grótbrotið við vegendan á Oyravegi 13. Gakk haðani eftir bláu linjunum út gjøgnum portrið.

Miðvágur - Vatnsoyrar
Vatnsoyrar - Miðvágur

Miðvágur - Vatnsoyrar

Vatnsoyrar - Miðvágur

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
4.1 km

longd

hilltop peak icon
225 m

Hægsta stað

family icon
194 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi til børn omanfyri uml. 5 ár
difficulty icon Miðal - Gott at ganga allan vegin. Leypast skal tó ímillum tveir steinar fyri at koma yvir um gøtuna í Miðvági
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum eitt sindur vátt lendi. Við Vatnsoyrar er nakað av leysum gróti á gøtuni og onkustaðni eitt sindur bratt
8°C
6 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours