Norðtoftir - Klaksvík

  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-101-img-0142-jpg
    Leiðin frá rættini á Norðtoftum, niðan í dalin millum fjøllini Krúnufjall og Toftaknúk ávikavist til vinstru og høgru. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-108-img-0150-jpg
    Meðan gingið verður niðan gjøgnum Toftadal, omanfyri Norðtoftir, er útsýnið norður gjøgnum Hvannasund avbera vakurt. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-109-img-0151-jpg
    Tað er knortlut og strævið at ganga niðan gjøgnum bratta dalin, niðan á Toftaskarð, gjøgnum allar teir leysu steinarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-119-img-0166-jpg
    Katlarnir - gamli tingstaðurin í Norðuroyggjum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-123-img-0172-jpg
    Í vinstru síðu millum áirnar, Katlarnir - gamli tingstaðurin í Norðuroyggjum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-124-img-0174-jpg
    Ávegis oman frá Áarskarði, eru vit her stødd undir Hvítubrúgv. Í bakgrundini til vinstru sæst Klaksvík koma undan. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-125-img-0178-jpg
    Við gomlu torvheiðarnar norðanfyri Klaksvík er ríkt fuglalív. Her sóu vit m.a. hesa lónna, sum er eitt av hóttu fuglasløgunum. Mynd: Óli Gardshodn

Ein fjølbroyttur og krevjandi túrur eftir gomlu bygdagøtuni norður um fjall, har vit eisini vitja gamla tingstaðin Katlarnar, har norðoyingar plagdu at møtast til várting

Túrurin byrjar beint eystan fyri Norðtoftaveg 10, har gingið verður stutta teinin niðan til rættina og haðan einar 150 m beint niðan, tvørtur um hegnið og út á bygdagøtuna, sum leiðir niðan í Toftadal, og haðan niðan í Toftaskarð. 

 

Tá ið gingið verður niðan í Toftaskarð, skal ein halda seg í eystaru síðu, beint eystan fyri stóru urðina (grótið), sum liggur oman gjøgnum alt skarðið. Har er vallað niðan um Sjøt og heilt niðan undir hamaran. Komin heilt niðan undir hamaran skal gangast tætt undir hamrinum heilt niðan á Toftaskarð. 

 

Toftaskarð er fylt við gróti í øllum støddum, so har er tungt at ganga niðan, og væl má ansast eftir ikki at rulla grót á onnur.

 

Frá Toftaskarði verður gingið beint yvir móti Køtlum, oman gjøgnum skarðið “Uppi á Gjógv”. Tað var í hesum skarði, at fyrsti postmaður í Norðoyggjum, kallaður Jakke í Vági, 24. nov. 1887 datt oman og doyði. Hann gleið 350 m oman brekkuna, harav 19 m út av einum hamri (https://www.stamps.fo/media/2119/posta-stamps-nr-43-fo.pdf). 

 

Í Køtlum møttust menn til tings (várting). Har er slætt og stór hella rundan um stóra Tingsteinin. Her er slætt og nógv hella, og nógvir steinar liggja ymsastaðni rundan um stóra Tingsteinin. Tað er lætt at ímynda sær, at hesir steinar hava verið brúktir. 
Á s. 70 í bókini hjá Hanus Poulsen, “Árnafjørður Staðarnøvn”, er ein strikumynd, ið vísir, hvussu tingstaðurin í Køtlum møguliga kann hava verið skipaður í farnum øldum, við løgmanni, fúta, skrivara, sýslumanni, brotsmanni, frásøgumanni o.s.fr.

 

Frá Køtlum verður gleivað upp um hegnið og gingið beina leið niðan á Áarskarð. Frá Áarskarði verður gingið oman gjøgnum ovasta partin av Ánagjógv og haðan suðuryvir, fram við húsunum hjá Archibald Black til Klaksvíkar, har komið verður oman til bøgarðsportrið beint oman fyri Undir Kráarbrekku 21, eisini kallað Rynkeby.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. 

 

Norðtoftir - Klaksvík
Klaksvík - Norðtoftir

Norðtoftir - Klaksvík

Leið 500 koyrir millum Klaksvík og Hvannasund. 
Leið 400 koyrir millum Havn og Klaksvík.

Parkering, Norðtoftir
Í Norðtoftum skal bilurin setast uml. 200 m vestan fyri Norðtoftaveg 10 – sí grønu frámerkingina. Haðan verður gingið eftir bláu strikuni niðan í rættina og víðari uml. 120 m beint niðaneftir, til komið verður á gomlu bygdagøtuna. 

  • nor-toftir-1-png
    grøn strika: parkering, blá strika: leiðin út
  • nor-toftir-2-png
    grøn strika: parkering, blá strika: leiðin út
  • nor-toftir-3-png
    leiðin út

Klaksvík - Norðtoftir

Leið 500 koyrir millum Klaksvík og Hvannasund. 
Leið 400 koyrir millum Havn og Klaksvík.

Parkering, Klaksvík
Til ber at seta bilin við vegendan á Kráarbrekku í Klaksvík, har sum bøgarðsportrið er, sí grønu frámerkingina. Haðan verður gingið út til bøgarðsportrið.

  • klaksv-k-3-png
    green line: parking, blue line: starting point
  • klaksv-k-2-png
  • klaksv-k-1-png
    eiðin út
Norðtoftir - Klaksvík
Klaksvík - Norðtoftir

Norðtoftir - Klaksvík

Klaksvík - Norðtoftir

Fakta

path icon
4t 0m

Tíð

path icon
7.9 km

longd

hilltop peak icon
516 m

Hægsta stað

family icon
6500 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin egnar seg ikki væl fyri børn undir 14 ár. Sera nógv grót, sum lætt er at skursla seg í
difficulty icon Avbjóðandi - Túrurin er hampiliga langur. Tað er serliga niðan gjøgnum ovara part av Toftaskarði í Norðtoftum og frá Tólvmarkaknúki oman gjøgnum skarðið “Uppi á Gjógv”, at tað er bratt og krevjandi
terrain icon Lendið niðan frá Norðtoftum, gjøgnum Kleiv og niðan í Toftadal er gott í fyrstuni. Men úr umleið 300 m hædd og heilt niðan á Toftaskarð (466 m) er sera nógv og stórt grót. Leyst grót er eisini á gøtuni oman frá Tólvmarkaknúki, oman fram við Uppi á Gjógv og eisini á Áarskarði. Bratt er í støðum, t.d. niðan gjøgnum Toftaskarð og Uppi á Gjógv. Annars er lendið vallað og gott at ganga á.
9°C
12 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours