You haven’t got any favourites yet

This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.

Click the icon on pages and they’ll appear here.

Your favourites

Inspiration & Articles

Events & Tours

Places

Hiking

Leitingarúrslit

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS, TOURS & HIKES

PLACES

Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Øravík - Fámjin

  • 2021-04-24-suduroyarturur-004-img-0013-jpg
    Øravík. Í baksýninum Froðba. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-005-img-0020-jpg
    Tann síðsti teinurin niðan á Øraskarð (278m) er eitt sindur brattur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-006-img-0022-jpg
    Útsýnið uppi undir Fámjinsklovningi, har vit júst hava gingið niðan um vegin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-007-img-0514-jpg
    Útsýnið frá Øraskarði oman yvir Øravík. Hinumegin Trongisvágsfjørð sæst Froðba. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-009-img-0032-jpg
    Tvey av fjøllunum sunnanfyri Fámjin, til vinstru Borgin (570m) and til høgru Glopprókin (535m). Røðin millum fjøllini er ein avbera vøkur og sera smøl røð av stabbagróti. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-011-img-0044-jpg
    Kirkjuvatn omanfyri Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-014-img-0056-jpg
    Norðari partur av Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-021-img-0222-jpg
    Norðari partur av Fámjin. Oman frá rættini, sum hómast omanfyri, koma bygdagøturnar frá Trongisvágsfirði og Øravík. Mynd: Óli Gardshodn

Ein lættur túrur tvørtur um Øraskarð, har gingið verður fram við Fámjinsklovningi og hugnaliga umhvørvinum við Kirkjuvatn, við góðum útsýnið yvir ytra Trongisvágsfjørð og tann stórbæra Fámjinsdalin.

Øravík - Fámjin

Byrjað verður við bøgarðsportrið í Øravík, sum er merkt við gøtuni “Øravík – Vágur”. Gøtan til Fámjins byrjar eisini við hetta portrið. Tak ikki feil av hesum báðum gøtunum. Frá portrinum síggjast tíverri bert varðarnir móti Vági. Gakk tískil beint niðan ímóti har, sum landsvegurin fer tvørtur um Øraskarð.

Smáar 400 metrar longur uppi, við Svartáfoss, verður gingið tætt fram við einum horni á bygdargarðinum. Halt fram niðan um landsvegin á norðaru síðu á Fámjinsklovningi. Hetta serliga heyggja- ella dysjarlandslag, sum gingið verður niðan gjøgnum, sæst eisini aðrastaðni í Føroyum, t.d. eystan fyri fjallið Endan á Trøðum á Sandoynni og á eystaru síðu á Stiðjafjalli oman fyri Kaldbaksbotn. Tað er lætt at ímynda sær huldufólk og dysjardólgar í hesum dysjarlandslagi. Gingið verður seinasta stutta strekkið niðan á Øraskarð eftir bratta skráanum, sum bert lutvíst er vallaður.

Leiðin frá Øraskarði til rættina við Kirkjuvatn er ein líðandi brekka. Varðar standa tætt allan vegin, so her er onki at fara skeivur av. Komin ígjøgnum rættina verður gingið oman til niðasta varðan, sum er áraka kirkjutornið. Gøtan seinasta strekkið oman gjøgnum geilina er eitt sindur ótýðilig, men gongur uml. 30 metrar suðureftir, áðrenn hon aftur vendir norður móti ánni, har gingið verður tvørtur um brúnna og síðan oman til kirkjuna. 

Hesin avbera góði og róligi túrur oman gjøgnum Fámjinsdal gevur eina góða kenslu av vælveru. Meðan gingið verður oman gjøgnum tann vakra Fámjinsdal, kann ein njóta stórbæru náttúruna í og rundan um dalin. T.d. vakra útsýnið yvir á Borgarknapp, Borgina og stabbagrótið í Glopprókini – og seinni, tá ið vit nærkast Kirkjuvatni við tí stórbæra Mjóstíggi og Ridali omanfyri, og tá ið so verður komið oman til rættina, og vit síggja inn á Valdaskarð, sum er leiðin til Trongisvág. Tá ið vit eru komin gjøgnum rættina og ganga móti kirkjutorninum, eru vit brádliga niðri í vøkru bygdini. Stórbært!

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Kanska er vakrari at ganga úr Porkeri til Fámjins, har ein kann njóta løtuna við at spáka sær ein túr út á støðna. Av tí at tvær bygdagøtur ganga niðan frá sama stað í Øravík og í Fámjin, skal ansast eftir, at røtt gøta verður vald. Tískil kann tað vera gott at hava GPX-fíluna at ganga eftir.

Øravík - Fámjin
Fámjin - Øravík

Øravík - Fámjin

Bussamband:

Gott samband er til Hovs á leið 701. Fleiri túrar eru gjøgnum dagin, men allir krevja tilkalling – sí heimasíðuna.

 

Parkering, Øravík:

Parkera við bønhúsið – sí grønu frámerkingina. Haðani skal gangast 195 m niðan eftir vegnum Vestan Garða og haðani út um bøgarðsportrið eftir bláu linjunum. 

 

 

  • oravik-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Parkeringsplássið er beint við adressuna Bóndatún 1, Ørðavík
  • oravik-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Parkeringsplássið er beint við adressuna Bóndatún 1, Ørðavík

Fámjin - Øravík

Bussamband

Gott samband er til Øravíkar á leið 700

 

Parkering, Fámjin: 

Tað ber til at seta bilin beint niðan fyri kirkjuna ella á stóra parkeringsplássinum niðan fyri Traðavegin, sí grønu frámerkingarnar. Haðani skal gangast út gjøgnum rættina eftir bláu linjunum.

  • famjin-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað
  • famjin-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað
  • famjin-3-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað
Øravík - Fámjin
Fámjin - Øravík

Øravík - Fámjin

Fámjin - Øravík

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
278 m

Hægsta stað

family icon
278 m

Hæddarmetrar


family icon hóskandi við børnum omanfyri 8 ár
difficulty icon Miðal -
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin uttan ovasta helmingin millum Fámjinsklovning og Øraskarð, har gøtan ikki er sjónlig, og har tað er heldur bratt og nógvir steinar.
°C
m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours