Oyggjarvegur - Skælingur

  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-101-img-0002-jpg
    Við Regnsendan, verður gingið tætt framvið tí eyðkendu Streymoyarsyllini, sum fleiri staðni í økinum sæst sum eitt óregluligt innskot gjøgnum hamrarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-102-img-0003-jpg
    Á hálsinum, við Regnsendan, har bygdagøturnar frá Leynum og Skælingi koma saman. Í bakgrundini Sátan. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-103-img-0011-jpg
    Útsýnið niðan á regnsendan, har vit síggja Streymoyarsyllina. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-105-img-0015-jpg
    Aftur her síggja vit, fremst á myndini í vinstru síðu, ein lítlan part av Streymoyarsyllini. Í bakgrundini Skælingsfjall. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-108-img-0021-jpg
    Aftur her síggja vit, fremst á myndini í vinstru síðu, ein lítlan part av Streymoyarsyllini. Í bakgrundini Skælingsfjall. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-109-img-0028-jpg
    Vestmannasund. Í bakgrundini Vágarnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-07-oyggjarvegurin---sk-lingur-111-img-0030-jpg
    Eins og nógv annað óregluligt í økinum, er Ravnagjógvin eisini eitt sindur sjáldsom. Mynd: Óli Gardshodn

Ein lættur, friðarligur og vakur túrur

Tað er vakurt at ganga á leiðini millum Skæling og Oyggjarvegin við góðum útsýni yvir Vestmannasund og Vágar. Vakrari er at ganga ímóti Skælingi, og tað er eisini ein munandi lættari túrur, av tí at byrjað verður so høgt uppi. 

 

Tað er ikki so væl uppmerkt, har bygdagøturnar byrja í hvør sínum enda, men annars eru góðir varðar stóran part av leiðini. Byrjar ein túrin á Oyggjarvegnum, hómast fyrsti varðin frá vegnum. 

 

Góðir møguleikar eru at seta bilin á Skælingi, har gøtan byrjar. Á Oyggjarvegnum ber eisini væl til at seta bilin á stóra parkeringsplássinum beint við bygdagøtuna.

 

Tað er vakrari og lættari at ganga ímóti Skælingi.

Oyggjarvegurin - Skælingur
Skælingur - Oyggjarvegurin

Oyggjarvegurin - Skælingur

Ongin bussleið er til Skælings ella á Oyggjarvegnum.

Parkering, Oyggjavegurin
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið, har rutan byrjar (sí mynd)

  • oyggjarvegurin-png
    parkeringspláss á Oyggjarvegnum

Skælingur - Oyggjarvegurin

Ongin bussleið er til Skælings ella á Oyggjarvegnum.

 

Parkering, Skælingur
Á Skælingi ber til at seta bilin beint niðanfyri, har bygdagøtan byrjar. Her ber til at seta bilin við rulluportrið norðanfyri ella við vegjaðaran beint norðan fyri húsið, sum gangast skal niðan við. (sí mynd)

  • sk-lingur-png
    Parkering (grøn strika) og leiðin út (blá strika)
Oyggjarvegurin - Skælingur
Skælingur - Oyggjarvegurin

Oyggjarvegurin - Skælingur

Skælingur - Oyggjarvegurin

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
2.2 km

longd

hilltop peak icon
280 m

Hægsta stað

family icon
72 m

Hæddarmetrar


family icon Tað ber væl til at hava børn við á hesum túrinum
difficulty icon Miðal - Ein lættur túrur
terrain icon Vallað allan vegin
6°C
5 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours