You haven’t got any favourites yet

This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.

Click the icon on pages and they’ll appear here.

Your favourites

Inspiration & Articles

Events & Tours

Places

Hiking

Leitingarúrslit

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS, TOURS & HIKES

PLACES

Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Saksun - Tjørnuvík

  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-132900-jpg
    Gøtan niðan frá Saksun. Til høgru sæst forni Dúvugarðurin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-132323-jpg
    Tann eyðkendi Ósin og Pollurin í Saksun. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-130954-jpg
    Summarhús við Pollin í Saksun. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-124655-jpg
    Gøtan er týðilig tað mesta av vegnum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-122307-jpg
    Varðin við Støðilsgil omanfyri Tjørnuvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • tj-rnuv-k-dpc-photography-jpg
    Mynd: @dpc_photography
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k-saksun-img-20190622-120837-jpg
    Útsýnið omanfyri Tjørnuvík. Mynd: Óli Gardshodn

Saksun er eitt av vakrastu og sermerktastu plássum í Føroyum. Túrurin til deiligu grannabygdina Tjørnuvík er ógloymandi

Leiðin byrjar við parkeringsplássið undir Dúvugørðum í ein landnyrðing úr stóru gjónni í Saksun. Dúvugarðar er fleiri hundrað ára gamal bóndagarður, sum nú er gjørdur til forminnissavn.

Gakk einar 50 metrar og snara til høgru, tá ið tú ert komin um brúnna um Skipá og gongur um 2-300 metrar niðaná gjøgnum bøin fram við ánni.

 

Tá ið tú ert komin út í hagan, far niðan tann fyrsta bakkan – um 30 loddrættar metrar, í somu hædd har ið fossurin fer útav. Hiðan skalt tú hyggja á skák niðan í ein landnyrðing.  Á heygnum úti í sjónarringinum sært tú ein varða um ein kilometur burtur. Hav hann sum ýti. Teir fyrstu 200 metrarnar gongur tú í á leið somu hædd og kemur á gøtuna, ið gongur niðan á varðan.

 

Høgu fjøllini rundan um Saksun geva bygdini ein duldan dám og ikki minni ein ófatiligan vakurleika. Pollurin var góð náttúruhavn, men eftir eitt ódnarveður í 1600-talinum fyltist havnin við sandi.

Á leiðini niðan á varðan er gøtan onkustaðni burtur, men tá ið tú ert komin niðan á varðan, er varðagøta allan teinin til Tjørnuvíkar. Varðarnir føra teg longur eysturá ímóti økinum Frammi í Dal, har ið Gellingará fer lykkjuskotin oman ígjøgnum dalin. Her er ein serlig kvirra, sum tryggjar tær sinnisrógv.

 

Nú kemur tú á Tjørnuvíksskarð, og gøtan heldur fram niðan brekkuna. Á Tjørnuvíksskarði er vakurt útsýni til Norðureysturoy. Haðan sært tú sermerktu drangarnar Risan og Kellingina. Søgan um tey bæði er, at tey vórðu send til Føroya at toga oyggjarnar til Íslands. Risin varð standandi í sjónum, men kellingin kleiv niðan á Eiðiskoll at binda oyggjarnar saman, so risin kundi fara við teimum. Síðan setti hon so harðliga av, at Kollurin støkk sundur. fyrireikanin var drúgvari enn væntað, og tá ið tey vóru búgvin at fara til Íslands, reis sólin úr kavi, og tey vórðu til stein.   

 

Hiðan sært tú eisini Slættaratind og Gráfelli, sum – við sínum 880 og 856 metrum – eru hægstu fjøll í Føroyum.

 

Fylg varðunum allan vegin oman til Tjørnuvíkar. Henda tættbygda bygdin er ógviliga vakur og sjarmerandi partur av Føroyum. Tjørnuvík er kend fyri sín serliga sálmasong, Kingo-sangin, sum er elligomul sálmasiðvenja, sum stavar frá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo. Bygdin hevur eitt kór, ið syngur Kingo sálmar. Tjørnuvík hevur eisini ein góðan sand og lógv, sum brýtur, og tað dregur nógv vitjandi.

 

Túrurin er vakur at ganga báðar vegir. 

Saksun - Tjørnuvík
Tjørnuvík - Saksun

Saksun - Tjørnuvík

Ikki slepst til Saksunar við almennum flutningsmiðlum. Leið 202 koyrur til og frá Tjørnuvík.

Parkering, Saksun
Á almenna parkeringsplássinum tætt við kirkjuna í Saksun stendur bilur væl. Haðan gongur tú tvørtur um brúnna, har tú finnur á, hvar gøtan byrjar (teknað við bláari striku á myndina). 

  • saksun-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsøki og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-100-img-0069---kopi-jpg
    Byrjanin av bygdagøtuni í Saksun, niðan á tann fyrsta hamaran og síðan til vinstru. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-104-img-0071---kopi-jpg
    Bøgarðsportrið í Saksun. Mynd: Óli Gardshodn

Tjørnuvík - Saksun

Ikki slepst til Saksunar við almennum flutningsmiðlum. Leið 202 koyrur til og frá Tjørnuvík.

Parkering, Tjørnuvík
Almenna parkeringsplássið liggur við høvuðsvegin, tá ið tú kemur inn í bygdina. Haðan gongur tú tvørtur um brúnna, fram við kirkjuni og ígjøgnum bygdina hagar til, at gøtan byrjar (teknað við bláari striku á myndini).

  • tj-rnuv-k-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsøki og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-tj-rnuv-k-png
    Parkeringsøki í Tjørnuvík
  • tj-rnuv-k-2-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsøki og bláa linjan vísir á byrjunarstað
Saksun - Tjørnuvík
Tjørnuvík - Saksun

Saksun - Tjørnuvík

Tjørnuvík - Saksun

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
6 km

longd

hilltop peak icon
522 m

Hægsta stað

family icon
546 m

Hæddarmetrar


family icon Leiðin hóskar til børn oman fyri 8 ár
difficulty icon Miðal - Rættiliga lættur. Eitt sindur tungt úr Saksun og niðan á fyrsta varðan
terrain icon Vallað gøta. Onkustaðni grýtut tann fyrsta teinin. Síðan varðagøtan, fyri tað mesta vallað
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours