Saksun - Vestmanna

  • 2020-04-23-saksun-vestmanna-103-img-0069-jpg
    Útsýnið omanfyri Bólið á Bønum suður gjøgnum Saksunardal móti Hvalvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-23-saksun-vestmanna-110-img-0094-jpg
    Útsigt frá Frammi á Botni oman yvir Frammi á Vatni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Saksun-Vestmanna
    Útsýnið við Rossastígar vestur móti Slættanes. Í bakgrundini Árnafjall og Barðið. Mynd: Óli Gardshodn

Ein lættur túrur gjøgnum víðu dalarnar norðan fyri Vestmanna, har hagarnir strekkja seg, so langt sum eyga sær

Niðan úr miðjum Saksunardali verður gingið um ta vøkru Klovsá, har restirnar av gomlu brúnni síggjast. Haðan verður gingið undir Ørvisfelli, næsthægsta fjalli á Streymoynni, tvørtur um  Oksagilsháls. Komin um hálsin verður gingið oman eftir Skammbrekkuni tvørtur um Fossá við útsýni oman á vatnbyrgingarnar hjá SEV. Restin av túrinum eri ein langur, men lættur teinur suður eftir tí sokallaða Saksunarvegnum, ið liggur vestan fyri ovara SEV-demningin “Frammi á vatni”. Síðan verður gingið eftir Leitinum og haðan oman ímóti Gjógvará og omaneftir vestan fyri ánna til vatnbrunnarnar í Vestmanna. 

 

Eitt sindur tungt er at ganga niðan úr Saksunardali, men síðan er teinurin lættur at ganga gjøgnum víðu og mjáu hagarnar norðan fyri Vestmanna. Fá ganga hesa leiðina, sum er langt frá alfaravegi, so tað er ein sera friðarligur túrur.

 

Útsýnið ovarlaga í Oksagilsbrekkuni oman yvir Saksunardal og suður í Sundini er sera vakurt.

 

Eisini síggjast nógvir fjallatoppar í Eysturoynni og í Norðuroyggjum hiðan. Útsýnið frá Rossastígum vestureftir, har m.a. sæst yvir á Slættanestanga og Vágabjørgini, er serstakliga vakurt.

 

Tað er neyðugt at hava GPX-fíluna við sær, um mjørki fellur á, av tí at partur av leiðini er illa uppmerktur.

Saksun - Vestmanna
Vestmanna - Saksun

Saksun - Vestmanna

Í Saksunardali er onki busssamband. 

Parkering, Saksunardalur
Uml. 5 km. frá kirkjuni í Hvalvík móti Saksun er ein frákoyring niðaneftir, har bóndin gevur seyðinum. Til ber at seta bilin á ovaru síðu á hesum vegastrekki, so bóndin sleppur framat við sínum bili.

  • Starting-point--Saksun
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • 2020-04-23-saksun-vestmanna-101a-img-0549-jpg
    Parkering í Saksun
  • 2020-04-23-saksun-vestmanna-100a-img-0548-jpg
    Parkering í Saksun

Vestmanna - Saksun

Leið 100 koyrir úr Havn til Vestmanna.

Parkering, Vestmanna
Í Vestmanna ber til at seta bilin við vatnbrunnarnar á Skorðalíð (sí myndir) og haðan ganga niðan til hagaportrið og síðani eftir gøtuni fram við Gjógvará.

  • vestmanna-1-png
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • vestmanna-vardagotubyrjan-jpg
    Túrabyrjan við Meðalsbrekku í Vestmanna
  • vestmanna-2-png
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Parking-Startingpoint-Vestmanna
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-134-img-0289-jpg
    Byrjunarstaður úr Vestmanna.
Saksun - Vestmanna

Saksun - Vestmanna

Fakta

path icon
3t 0m

Tíð

path icon
8 km

longd

hilltop peak icon
460 m

Hægsta stað

family icon
455 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg við børnum yvir 8 ár
difficulty icon Miðal - Teinurin er fyri tað mesta lættur og slættur at ganga. Tað er bara niðan úr Saksunardali, at serliga Oksagilsbrekkan er tung at ganga
terrain icon Vallað er meginpartin av vegnum uttan frá reyninum oman fyri Rossastígar, har lendið er grýtut, men kortini gott at ganga
8°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours